Kjak

Oddagrein: Lítið høpi í menningarkvotunum

2019-01-11 08:16 Author image
Georg L. Petersen

Í politisku telvingini um fiskivinnunýskipanina føddist hugtakið “menningarkvotur”, sum skuldi vera við til at menna økir, sum ikki høvdu stórvegis lut í verandi rættindum. Hetta er ofta økir, sum upprunaliga høvdu part av veiðirættindunum, men sum hava selt tað til onnur økir í landinum, so nakrir fáir aktørar fingu nógva pening afturfyri, og at onnur øki skuldarbundu seg fyri at vinna sær fleiri rættindi. Sum tíðin er fráliðin eru keyparaøkini vorðin væl fyri, meðan hini sita eftir við ongum, og kanska onkrum einkultpersóni við nógvum peningi á bók ella sum hevur valt at brúka peningin til annað.

Í fjør vórðu so menningarkvoturnar býttar út eftir mikið rumbul og stríð. Nøkur øki í landinum vórðu vald frá, bara tí at tey ikki vóru mett at hava brúk fyri meira, hóast tey bæði høvdu skip og annað klárt til endamálið. Men tað er synd at siga, at útlutingini endaði væl – okkurt samtak misti loyvið, tí fiskað varð als ikki eftir endamálinum við kvotunum, og nú hevur Kringvarp Føroya roknað seg fram til, at heili 83% av øllum menningarkvotunum fyri 2018 als ikki eru fiskað. Og meðan okkurt samtak misti sín rætt til meinningarkvotur, tí tey ikki høvdu spurt um loyvi at landa á Havsbrún, so sleppa onnur at halda fram hóast tey landa á Havsbrún – men tey hava fingið loyvi til tað frá Fiskimálaráðnum. Júmen, úrslitið er neyvt tað sama – kvoturnar verða ikki brúktar til menning, men bara til tað sama sum øll hini reiðaríni gera. So kundu tonsini bara verið býtt út sum vanligt, uttan at tey skuldu pyntast við heitinum “menningarkvotur”.

Tað er væl skiljandi, at reiðarí við neyðugu amboðunum, sum bara vórðu vald frá, tí skeivt havnarnummar stóð á skipinum, gera vart við seg, tí hetta líkist ongum. Samgongan eigur sum skjótast at eftirmeta menningarkvoturnar og kanska taka tær av aftur, tí tær geva onga meining yvirhøvur. Víst hava nøkur samtøk gjørt íløgur fyri at fáa part í hesum tilfeingi, og tey skulu hava loyvi at virka ta tíð loyvið varar, men so eigur skipanin at verða tikin av ella umløgd fultkomuliga.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður