Kjak

Tíðargrein: Ferðavinnan og burðardygd eru mótsetningar

(Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)

(Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)

2019-01-11 14:26 Author image
Sámal Matras Kristiansen

[object Object]

Sámal Matras Kristiansen - Samfelagsfrøðingur og geografur (síðugrein)

Vit upplivdu stutt fyri jól eitt øðrvísi mótmælistiltak uttanfyri Løgtingið. Ungfólk høvdu skipað fyri ein um “veðurlagsverkfalli”. Hóast tiltakið ikki var stórt, so er hetta bert enn eitt dømi um, at umhvørvistilvitskan er í vøkstri, serliga millum yngra ættarliðið – tey, ið sum kunnugt skulu liva við langtíðaravleiðingunum av umhvørvisdálkingini.

Føroyingar eru seinnu árini vorðnir alsamt meiri tilvitaðir um dálking av ymiskum slagi. Fyrr varð umhvørvi í stóran mun skúgvað til viks sum ein óviðkomandi partur av samfelagnum. Búskaparvøkstur og arbeiðspláss vóru tað, ið taldi í okkara “ídnaðarsamfelagi”. Vit eru í løtuni við at førka okkum inn í eitt “post-ídnaðarsamfelag”, tvs. eitt samfelag, har ídnaður fær minni týdning og m.a. umhvørvi fær størri týdning.

Vit síggja eina rúgvu av rákum, ið eru avleidd av hesi yvirskipaðu samfelagsbroyting. Burðardygg stovnsrøkt er vorðin eitt óundansleppiligt argument í kjakinum um føroyska fiskivinnu. Skiftið frá svartari til grøna elframleiðslu hevur fingið fastatøkur. Elbilar koyra á vegunum. Húsarhald velja sær grønari orkuloysnir. Alsamt meiri rusk verður endurnýtt ella endurvunnið. Fólk mótmæla larmi og royki frá stórum skipum á havnarløgunum. Seinastu tíðina er trupulleikin við skaðiligum árinum frá alivinnuni eisini komin á dagsskrá.


Umhvørvi og vøkstur kunnu ganga hond í hond

Grundleggjandi merkir hendan hugburðsbroyting, at vit eru farin at síggja vøkstur og dálking sum tvær síður av somu søk. “Koyr á vestfallið” er ei longur ein góðtikin hugburður. Tá vit skapa búskaparlig virði, nýta vit eisini tilfeingi og dálka umhvørvið. Tørvur er á at lofta hesum spilli og hesi dálking, soleiðis at tað kann endurnýtast, endurvinnast ella beinast burtur á ein minni skaðiligan hátt. Nógv ber til, um bara man vil – og hevur ráð. Sjálvandi er tað kostnaðarmikið at umstilla føroyska samfelagið til grønari orkunýtslu, men ein slík transitión førir eisini við sær nógvar hátøkniligar vinnumenningarmøguleikar.

Føroyar eiga at flyta seg mótvegis fleiri “grønum vinnugreinum”. Hetta merkir, at umhvørvisdálkandi vinnur sum fiskivinna, ídnaður, flutningur, aling og landbúnaður mugu umskipast. Tað kann ei longur vera eitt mál í sær sjálvum at økja búskaparligu úrtøkuna frá hesum vinnum. Summi droyma um størri landbúnað í Føroyum, men vit mugu gera okkum greitt, at hetta eisini førir við sær meiri slit á umhvørvið. Vilja vit tað?

Tann 18. oktober í ár stóð tó soleiðis at lesa á Kringvapinum: “Útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði á landi í Føroyum hevur ongantíð verið so stórt sum nú. Útlátið av koltvísúrni frá ídnaði á landi er nú næstan 90.000 tons, og tað er ein tvífalding síðani 2012.”Sum er mugu vit bara staðfesta, at í praksis raðfesta vit vøkstur fram um umhvørvi. Tað fara at ganga nøkur á, áðrenn umhvørvistankagongdin veruliga slær ígjøgnum í Føroyum.


Ferðavinnan – eitt umhvørvisligt columbusegg... ella hvussu?

Ein av skjótt vaksandi vinnunum í Føroyum í løtuni er ferðavinnan. Í mun til so nógvar aðrar vinnur, ið hava fingið vánaliga umtalu seinastu árini, stendur ferðavinnan sum ein reinlætin og eintýðugt góð vinna, ið einans ríkar okkara land uttan nakrar avleiðingar.

Men er tað so einfalt? Eitt eru tær avleiðingar, ið lokalsamfeløg og natúrperlur í landinum uppliva vegna stóra ferðafólkatrýstið. Niðurtraðkaðar lundaholur í Mykinesi og “This is not Disneyland”-mótmælisskilti í Saksun eru nakrar av ímyndunum, vit hava fingið av ferðavinnuni seinasta árið. Ein onnur avleiðing er útleigingin av bústøðum til ferðafólk, ið ger bygdir og býlingar hálvgum manntómar fyri fastbúgvandi fólki. Annars verður ferðavinnan ofta hildin at vera ein “rein” vinna, ið ikki plágar okkara umhvørvissamvitsku stórvegis. Men so einfalt er tað ikki.

Ein vinkul, ið sjáldan verður havdur á lofti er CO2-útlátið frá ferðavinnuni. Ferðavinnan er í grundini ein rættiliga stórur syndari á hesum økinum. Tíverri eru vit blind fyri hesum tølunum, tí vit einans fokusera á okkara innlendis dálking. Tó skal vísast á, at tað eru tríggjar stórar keldur til CO2-útlát (og aðra dálking), ið eiga at takast við, tá ferðavinnan verður viðgjørd.

1) Sjóflutningurin til og frá Føroyum.
Nógv ferðafólk koma til Føroya við Norrønu ella við stórum ferðamannaskipum. Hesi skip nýta nógva orku og hava sostatt stórt útlát. Hóast oljan í stóran mun er keypt í øðrum londum, er nýtslan rættað móti Føroyum. Tá ferðafólkaskip sigla millum Føroyar og útlond, er talan um eitt CO2-útlát hjá føroysku ferðavinnuni. Umframt hetta kemur økti vørutørvurin og byggitørvurin vegna ferðavinnuna, ið eisini er við til at økja um flutningin til og frá Føroyum. Vit kenna ikki hesi tølini – og vilja helst ikki kenna tey. Men í einari meting av føroyskari ferðavinnu, eiga slík roknistykki at verða framd.

2) Flogflutningurin til og frá Føroyum
Loftvegis ferðafólkaflutningurin er alsamt vaksandi. Í 2017 komu 341.388 fólk um floghavnina, og í ár verður talið enn hægri. Hesin flutningur er í alsamt størri mun rættaður móti ferðavinnu í Føroyum. Tískil eiga eisini hesi tøl at verða tikin við í eini meting av føroyskari ferðavinnu. Verður hugt inn á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni er annars lætt at fáa ta fatan, at tað gongur rætta vegin við útláti av vakstrarhúsgassi hjá flogferðslu, men sum tey sjálvi skriva, so er hetta tí, at nýggju flogførini hjá Atlantic bunkra størsta partin av oljuni uttanlands. Hetta er tó at sminka føroyska veðurlagsroknskapin, tí tað er líkamikið fyri CO2-útlátið, um oljan er bunkrað í Føroyum ella aðrastaðni.

3) Øktur innlendis flutningur í Føroyum
Ferðafólkini, ið koma til Føroyar, skulu í stóran mun flytast runt í landinum. Hetta kann til dømis gerast í ferðafólkabussum ella við at ferðafólk leiga sær bilar. Alt hetta er eisini avleitt av ferðavinnuni og eigur at takast við, tá ferðavinnan verður mett umhvørvisliga.

Fleiri onnur viðurskifti kundu verið tikin við, men hesar tríggjar dálkingarkeldur áttu at verið nóg mikið til at vísa á, at ferðavinna als ikki er nøkur grøn vinna, tvørt ímóti.

Gransking hevur víst, at ferðavinna í dag telur heili 8% av globala CO2-útlátinum. Hetta er tríggjar ferðir meiri enn man upprunaliga helt. Spennandi hevði verið at sæð eina greining av hvussu stórt CO2-útlátið hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni í grundini er.


Spoiled! Exploited! Unbelievable!

Vit vita ikki neyvt hvussu stórur partur av føroyska CO2-útlátinum er ferðavinnurelateraður, men talið er uttan iva nógv hægri enn vit gera okkum far um. Landsstýrið ynskir at gera sítt fyri at røkka sonevndu Heimsmálunum fyri Burðardygd hjá ST. Tá tað kemur til el-framleiðslu eru vit sum vera man á rættari kós, men á nógvum øðrum økjum hava vit stórar trupulleikar. Meðan pílarnir venda rættan veg á orkuøkinum, venda pílarnir púra skeivan veg á ferðavinnuøkinum.

Skulu vit taka intentiónirnar hjá Landsstýrinum seriøst, má ferðavinnutengt útlát eisini takast við í roknistykkið. Síðani mugu átøk gerast, so ferðavinnan verður so grøn sum gjørligt. Kanska ber tað til at minka um ferðafólkamongdina, men hinvegin økja um ferðafólkagóðskuna? Kanska kunnu vit fáa færri ferðafólk til Føroya, men vinna munandi meiri pening burtur úr hvørjum einstakum ferðafólki? Kanska kunnu Føroyar gerast eitt “grønt ferðamál”, ið fær tey ríkastu ferðafólkini at koma hendan vegin, júst tí vit eru grøn?

“Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” er í dag at meta sum “vánaligt skemt” og í grundini beinleiðis følsk vørulýsing. Men kanska ber til at førka føroyska ferðavinnu á eina meiri burðardygga leið. Enn so leingi hevði meiri hóskandi slagorð verið: “Spoiled! Exploited! Unbelievable!”


Stórur tørvur á fullfíggjaðum CO2-hagtøl

Í áhugaverdari grein í Dimmalætting 19. oktober skrivaðu Anna Sofía Lava og Annika Mouritsen soleiðis “Arktisku siglingarleiðirnar, ið liggja kring Føroyar, eru áhugaverdar, tí at tað verður bíligari at flyta vørur tvørturum heimin; fer at minka um CO2-útlátið; minka um siglingartíðina; og knýta fýra teir størstu búskapirnar í heiminum saman.”Hetta er tó ein nakað mótsigandi útsøgn, tí við hesum verður jú óbeinleiðis sagt, at við at økja um CO2-útlátið, fer meiri ísur at bráðna, soleiðis at vit minka um CO2-útlátið... Hatta lata vit líka standa ein løtu.

Flutningsvinnurnar koma uttan iva at fáa enn størri týdning fyri Føroyar framyvir, men tá víst verður til, at hetta kann minka um samlaða flutningstengda CO2-útlátið, merkir tað hinvegin, at størri partur av CO2-útlátinum fer fram í føroyskum øki. Eg valdi at spyrja Umhvørvisstovuna um hvørji tøl eru tøk á hesum økinum. Tey svaraðu, at føroysk tøl ikki umfata før, ið bunkra uttanlands. Sambært altjóða vegleiðing er ein høvuðsregla, at bunkringar uttanlands ikki telja við. Eisini liggja útlát frá handilsskipum, sum bunkra í Føroyum, uttanfyri føroysku uppgerðirnar, tí tað verður bólkað í “International bunkers”. Alt hetta gevur eina púra skeiva mynd av føroyska CO2-útlátinum.

Eitt er hvørji tøl altjóða stovnar krevja av okkum, eitt annað er hvørji tøl vit framleiða til okkara egnu nýtslu. Vit eiga eisini at telja tað útlát við, ið stendst av farma- og fólkaflutningi til og frá Føroyum – og umvegis Føroyar sum transitland. Hetta er alt ein partur av samlaða umhvørvisroknskapinum hjá Føroyum. Hetta er okkara svarta umhvørvissamvitska.

Tá samlaða CO2-útlátið fyri samlaða føroyska búskapin er gjørt upp, fáa vit eina rættvísari mynd av trupulleikanum og kunnu harvið eisini velja røttu loysnirnar. Eg mistonki tó, at politiska skipanin helst ikki vilja síggja hesa myndina, tí hon krevur nakrar rættiliga ógvusligar avgerðir, ið kosta búskaparliga. Góðu tíðindini eru hinvegin, at Umhvørvisstovan hevur ætlanir um at fáa tøl til vega um hesi viðurskifti. Vit sleppa neyvan at liva í "eydnusamari óvitsku" leingi afturat.

Vónandi verða vit klókari um ikki so langa tið, so vit kunnu kjakast á meiri kunnaðum støði um CO2-trupulleikan hjá Føroyum. Landsstýrið sigur seg í hvussu er vilja taka Heimsmál 13 um veðurlagsátøk seriøst. Løgmaður segði m.a. soleiðis á ráðstevnu um Heimsmálini 23. februar í ár: “Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera.”

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður