Heimatíðindi

Ein samanlegging í Suðuroynni hevði spart milliónir av krónum

2019-01-12 14:37 Author image
Georg L. Petersen

Fleiri neyðarróp koma úr Suðuroynni, sum ikki megnar at fylgja framgongdini í restini av landinum. Men ein útrokning frá Fíggjarmálaráðnum vísir, at ein kommunusamanlegging í oynni kundi spart kommununum milliónir og loyst aðrar stríðsspurningar

“Faktiski munurin millum útreiðslur til samsýning og fyrisiting í teimum 15 bygdunum í Suðuroynni og teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu var 6 mió. kr. í 2017. Hetta svarar til ein meirkostnað á 1.300 krónur pr. íbúgva í Suðuroynni. Eingin ivi er tí um, at ein øðrvísi kommunalur bygnaður í Suðuroynni hevði kunnað virkað við til at bøtt um fíggjarligu støðuna í oynni.”

Millum annað hetta stendur í eini frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum til løgmann. Frágreiðingin er gjørd við støði í eini umsókn frá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroynni til landsstýrið, um at fáa eina serskipan fyri eldraøkið í oynni. Bú- og Heimatænastan heldur støðuna í Suðuroynni minna um hana í Sandoynni, sum fær meira afturborið frá tí almenna til eldraøkið enn aðrar kommunur í landinum. Tá tað almenna rindar kommununum pengar til eldraøkið, verður játtanin til Sandoynna faldað við 1,3, meðan hinar fáa beint yvir.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður