Heimatíðindi

Annika Samuelsen: Eg havi staðið fyri øllum sjálv

Nethandilin hjá Anniku Samulesen lat upp í gjár (Mynd: Privatmynd)

Nethandilin hjá Anniku Samulesen lat upp í gjár (Mynd: Privatmynd)

2019-02-21 13:00 Author image
Turið Justinussen

Annika Ró Samulesen hevur ment sítt egna vørumerki, Samuelsen Cosmetics, og nú fæst fyrsta røðin av smyrslvørum til keyps á heimasíðuni

- Tað er hart at byrja slíkt virksemi í Føroyum, men eg vildi tað so gjarna, sigur Annika Samuelsen, sum eftir drúgt samband við framleiðara, menning av gjaldsskipan og heimasíðuni, sum hon sjálv hevur forritað, umsíðir kann vísa vøruúrvalið fram.

Í gjár lat nethandilin, samuelsencosmetics.com upp, har ein millum annað kann keypa foundation, concealarar, varrastiftir og kinnreytt.

[object Object]
Nakað av vøruúrvalinum á nethandlinum, samulesencosmetics.com

Ein góð kensla
- Eg havi staðið fyri øllum sjálv og havi tí havt eina rúgvu um oyruni og verið strongd seinastu vikurnar, so tað er ein góð kensla, at lata nethandilin upp og kunna hugsavna meg meira um menningina av sjálvum vørunum, sigur Annika Ró Samuelsen í samrøðu við Dimmalætting og greiðir frá, at tað tó enn mangla onkrar vørur og yvirlit yvir, hvat júst er í teimum.

Vørurnar verða framleiddar í Kanada í Norðuramerika, og leiðin til Føroyar er long. Tað kann tí taka eina til tvær vikur hjá Anniku Samuelsen at fáa vørurnar heim, eru tær ikki á goymslu.

- Tað er dýrt og av tí, at eg akkurát eri byrjað, keypi eg inn samsvarandi eftirspurninginum, greiðir hon frá. 

Góðar afturmeldingar
Áðrenn nethandilin lat upp, skipaði Annika Samuelsen fyri einum degi, har fleiri hittust at royna andlitssmyrslið. 

- Tað var fyri at royna sminkuna á fleiri ymiskum fólki, tí hóast tað kanska riggar væl á mær ella tær, kann tað als ikki rigga á onkrum øðrum, sigur hon og greiðir frá, at tey, ið longu hava roynt smyrslið, lata avbera væl at. 

- Tað, sum er serligt er, at tað eru neyvt og eymt valdar reinar rávørur, sum verða brúktar. So góðskan er sera góð, og tað dáma fólk væl.

[object Object]Samuelsen Cosmetics varrastiftir

Dreymurin er at framleiða í Føroyum
- Eg havi ein dreym, um at framleiðslan einaferð fer at vera í Føroyum og ikki vera tengd at nøkrum útlendskum framleiðara. Tað skal verða hundrað prosent Samuelsen Cosmetics og ikki ein blanding av eini aðrari útlendskari vørurøð.

Annika Samuelsen greiðir frá, at ætlanin er støðugt at menna handilshugskotið til tess at røkka hesum máli. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður