Heimatíðindi

"Ordiliga deiligt, at ongin pausa er"

(

("Pausan er ein vanasak", sigur Ása Wraae. Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-04-11 18:02 Author image
Hergeir Staksberg

Pausan í Havnar Bio var heimskend í Føroyum, men nú er hon søga. Vit hava spurt trý fólk á gøtuni, hvat tey halda um, at pausan er ein farin tíð

[object Object]

(Kristin saknar ikki pausuna. Mynd: Hergeir Staksberg)

Kristin: "Pausan forstýrar filmsupplivilsið" 
- Eg vil siga tað, at pausan er ein gomul føroysk traditión, sum eg ikki fari at sakna. Pausan forstýrar filmsupplivilsið. Tað er bara ein ella annar tilfeldigur persónur, sum kemur inn og sigur: ”Nå, men nú klippa vit her”. Og so er tað ein pausa í 10-20 minuttir, og so hevur mann næstan gloymt, hvat filmurin handlaði um, tá hann fer í gongd aftur. sigur ein sjónliga irriteraður Kristin Bech Nolsøe. 

- Stutt sagt, so er handan pausan pissi irriterandi, tí hon oyðileggur filmsupplivilsið. Tá eg fari í biograf, so syrgi eg altíð fyri at pissa og keypa bomm, áðrenn filmurin byrjar. Handan pausan er bara ein gomul traditión, sum mann ikki fer at sakna, sigur ein lættaður Kristin at enda

[object Object]

(Ása hevur vant seg við lívið uttan pausu. Mynd: Hergeir Staksberg)

Ása Wraae: "Pausan er ein vanasak"
- Eg haldi, at tað er ein vanasak. Tá eg búði niðri, helt eg at tað var keðiligt, at ongin pausa var. Men tá eg so hevði vant meg við tað og kom aftur til Føroyar, so var tað faktiskt eitt sindur strævið við pausuni. Mann verður avbrotin mitt í filminum. Eg minnist, at eg hugsaði: “Ah come on. Hetta er bara fyri, at tit skulu selja meir í kioskini”, sigur Ása. 

Ása setur stóran prís uppá, at mann nú kann njóta ein film frá byrjan til enda, uttan verða avbrotin mitt í filminum.

- Tað er hetta her við, at mann er púra vekk í filminum, og so er tað knappliga pausa. Eg var faktiskt í biograf nú ein dagin, og tá var ongin pausa. Tað var faktiskt ordiliga deiligt. Eg haldi eisini, at filmurin ger eitt størri inntrykk, tá ongin pausa er. Og so sleppur mann eisini undan at diskutera filmin í pausuni, áðrenn filmurin er liðugur. Tá ongin pausa er, so sleppi eg eisini at njóta filmin í frið og ró frá byrjan til enda. Men ok, tað er kanska keðiligt, um mann er við barn og ikki sleppur at pissa í pausuni, sigur Ása at enda.

[object Object]

(Pausan er bæði góð og ring, heldur Líggjas: Mynd: Hergeir Staksberg)

Líggjas Olsen: “Fínt hugskot bara at droppa hasa pausuna”
-Eg haldi faktiskt, at tað er eitt sindur keðiligt at pausan er vekk, tí ein partur av at fara í biograf er at keypa bomm og eta tey, meðan filmurin er í gongd. Tað er ofta tað sum ger, at eg fari í biograf, tí ofta eru filmarnir so vánaligir. Also eg kann gott finna upp á at fara til onkran hálv vánaligan film, og so keypa bomm í pausuni bara fyri at halda filmin út, sigur Líggjas og flennur

Tá vit spyrja Líggjas, hvussu hann hevur tað við at verða avbrotin mitt í filminum, so hevur hann eina aðra meining um pausuna

- Jú also, sæð frá einum filmiskum vinkli, so er tað kanska eitt sindur keðiligt, at pausa er. Tí mann fær meir av einum filmiskum heildarupplivilsi uttan pausuna. Also, eg rokni faktiskt við, at tað er fínasta slag, tí mann kann bara keypa bomm áðrenn, ha? So handan pausan er bara eitt avbrótilsi, og so keypur mann ofta bara meira, tí mann keypir gjarna bomm áðrenn filmin eisini. So tá pausan kemur, so hugsar tú: “Skal eg fara at keypa meir?”, og so blívur tað bara vemmiligt, sigur Líggjas.

... men Líggjas er ikki heilt liðugur enn.

- Ja, og eitt afturat. Onkuntíð, so situr mann eisini ræðuliga leingi tilsamans. Tú fert í biograf, og tríggjar og ein hálvan tíma seinni kemur tú út úr biografinum, og tá er tað eisini orsakað av pausuni. So ja, tað er eitt fínt hugskot bara at droppa hasa pausuna, sigur Líggjas at enda.

Hvat heldur tú um, at pausan er ein farin tíð? Vit vilja fegin hoyra tína hugsan. Tað er bara at viðmerkja niðanfyri.

Les meir um pausuna HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður