Heimatíðindi

Ungir bilførarar: Fimti hvør koyrir og tosar handhildnari telefon ísenn

Lovisa Petersen Glerfoss tók við sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd 1. desember í fjør. Mynd: rff.fo

Lovisa Petersen Glerfoss tók við sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd 1. desember í fjør. Mynd: rff.fo

2019-04-15 17:02 Author image
Leivur Hansen

Útivið fimtihvør bilførari millum 18 og 39 ár sigur seg dagliga koyra og samstundis tosa í handhildnari telefon, upplýsir Ráðið fyri Ferðslutrygd í ársfrágreiðing síni fyri 2018

”Koyr bil, tá tú koyrir bil”. Tað er greiði boðskapurin frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd til allar bilførarar.

Seinastu árini hevur stovnurin spurt føroyingar um hugburð teirra til nýtslu av handhildnari telefon, meðan koyrt verður.

Sambært ársfrágreiðingini fyri 2018, sum varð løgd fram á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd herfyri, er parturin av fólki, sum siga seg ongantíð tosa í telefon, meðan tey koyra bil, spakuliga vaksandi.

Í eini kanning, sum Gallup gjørdi fyri stovnin í februar 2018, søgdu 57% seg ongantíð nýta handhildna telefon, meðan tey koyrdu bil. Men tey, sum siga seg gera hetta tvær til fýra ferðir um vikuna, ella dagliga, eru ikki færri enn 17% í tali.

Kanningin vísir, at millum eldru aldursbólkarnar er talið á teimum, sum ongantíð nýta handhildna fartelefon, meðan tey koyra, munandi hægri enn millum yngru aldursbólkarnar.

Av teimum 18-29 ára gomlu siga 26% seg brúka telefonina dagliga ella tvær til fýra ferðir um vikuna, meðan tey koyra.

Og talið fyri tey 30-39 ára gomlu er heili 33%

– Lítið er at ivast í, at tørvurin á framhaldandi átøkum á hesum økinum eru týdningarmikil, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Hetta er brot úr longri grein í Dimmalætting farna vikuskiftið. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður