Kjak

Oddagrein: Blíðskapurin bliknar

2019-05-16 12:15 Author image
Leif Láadal

Vit hoyra javnan, at føroyingar eru avbera gestablíðir. Ferðafólk, sum hava verið og vitjað, koma nærum ikki yvir hvussu væl tey vórðu móttikin og viðfarin.

At hitta fremmand ferðafólk í Føroyum, var ikki so vanligt fyri bara eini 20 árum síðani. Onkur hevði roynt seg við einari kaffistovu í lítlari bygd sunnanfjørðs, men mátti gevast, tí ferðafólkini sótu inni í privathúsum og ótu ókeypis nýbakaðar vaflur.

Síðani tá er talið á ferðafólki fleirfaldað og fíggjarligt grundarlag er nú fyri bæði kaffistovum og øðrum tænastum, sum miða eftir at fáa hesi fólk at leggja eitt oyra eftir seg.

Men við økta áhuganum fyri at vitja oyggjar okkara, fylgir eisini eitt trýst, sum vit í fleiri førum ikki eru so væl til reiðar til.

Í Sundalagnum hava tey verið varug um hetta trýst í nøkur ár. Sunda kommuna hevur enntá brúkt orku upp á skipa ein kommunalan ferðavinnupolitikk fyri økið, men kortini uppliva vit, at tað ikki er so lætt. Serliga hava tað verið trupulleikar í Saksun, sum er av best umtóktu ferðamálum í landinum. Bygdin er ikki til reiðar at taka ímóti øllum hesum fólkum, og roynt hevur tí verið at bøta um umstøðurnar, soleiðis at fólk fáa sett bilar ella bussar frá sær og sleppa á vesi, um tey treingja. Eisini verður arbeitt við at gera gøtur, sum fólk skulu halda seg til, soleiðis at ikki alt verður traðkað niður.

Tey, sum búgva í Saksun, hava í fleiri ár gjørt vart við, at trýstið á bygdina er alt ov stórt í summarhálvuni, men tær ábøtur, sum mugu til fyri at skipa ferðavinnuna í bygdini, eru nakað seinar á veg – og eru nú steðgaðar upp, tí ósemja er millum bygdafólkið og kommunustýrið um, hvussu hesar skulu fremjast.

Vónandi finst ein loysn í Saksun og aðrastaðni í landinum, og vit halda ikki, at myndugleikar skulu vera bangnir fyri at avmarka atgongdina til summi økir. Tá vit vitja onnur lond, ilskast vit kanska eitt sindur inn á langar røðir, men vit góðtaka tær og finna kanska okkurt annað savn, ella leita okkum eftir einari aðrari uppliving. Øll kunnu ikki fara upp í Eiffeltornið ísenn.

Føroyska gestablídnið fer ivaleyst at yvirliva, men eydnast tað ikki myndugleikunum at skipa ferðavinnuna á rættan hátt, fara vit at uppliva, at fleiri og fleiri føroyingar venda ferðafólkunum bakið og fara at ilskast inn á tey.

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður