Heimatíðindi

Video: Við Tórik á túri

So veittraði merkið eisini á Riv. Mynd: Tórik Rouah

So veittraði merkið eisini á Riv. Mynd: Tórik Rouah

2019-05-27 11:00 Author image
Hergeir Staksberg

Komandi dagarnar fara vit at uppliva Føroyar gjøgnum eyguni á 28 ára gamla ævintýraranum, Tórik Rouah, úr Fuglafirði

Saman við Tóriki fara vit at vísa tykkum føroysku nattúruna frá einum heilt øðrvísi vinkli, enn vit eru von at síggja. So tað er bara at seta seg væl til rættis, anda djúpt inn, trýsta á play og lata myndirnar tosa fyri seg.

(Við á túrinum vóru Kaj Eli Sørensen úr Hvannasundi, Samson Rodmund Samson av Viðareiði, Tummas Kjærbo úr Hvannasundi og Tórik Àbraham Rouah úr Fuglafirði. Sigmar Sørensen úr Hvannasundi var í bátinum)

Tórik um havhest, egg og lunda
Tóriki dámar væl at eta vistfrøðiligt. Hann er vanur at fiska og veiða fugl, men herfyri fóru teir eftir havhestaeggum á Riv, sum liggur norðanfyri Viðoynna.

Hví fert tú ikki bara í ein handil at keypa egg?

- Tí tað er so ósportligt hahaha. Nei álvara, tú veitst ikki, hvat er í eggunum, sum liggja í handlunum. Ongin veit, hvat verður pumpað í hasi eggini, men tá eg heinti egg uppi á Riv, so veit eg, at har hevur ongin annar sitið á eggunum ella pumpað nakað í tey, greiðir Tórik frá.

- Sjálvandi er tað eisini útfordringin í at fara upp á har, og tað smakkar eisini nógv betri, tá tú sjálvur skaffar tín egna mat. Og havhestaegg smakka akkurát sum vanlig egg. Tey rigga ikki sum speilegg, men tey eru stór...

Nakað heilt annað, var tað tú, sum bleiv meldaður til politiið fyri at ræna egg?

- Nadoyð also, tú ert nummar 20 sum spyr hahaha. Nei, tað vóru ikki vit. Teir sum blivu meldaðir tóku bara 30 egg. Vit taka nógv fleiri egg, tá vit fara eftir eggum, sigur Tórik. 

[object Object](soleiðis kann landslagið síggja út, tá seyður ikki sleppur framat. Mynd: Tórik Rouah)

Eg las á netinum, at tað tekur seks ár, áðrenn havhestur verður kynsbúgvin. Tá mann so hugsar um, at fleiri 1000 nátar verða tiknir hvørt ár, og mann eisini tekur eggini, risikerar mann so ikki, at stovnurin verður hóttur?

- Nei, slett yvirhøvur ikki. Tað er faktiskt mótsatt. Tað er nógv for nógv til av havhesti. Tildømis á Riv, har sum vit vóru eftir eggum, har var ongin havhestur fyri 30 árum síðani, og nú eru eini 3000 havhestar á hasi rókini.

- Havhesturin oyðileggur tað eisini fyri lundan, tí báðir fuglar eiga tætt við hvønn annan, men havhesturin er nógv størri og sterkari enn lundin, so lundin verður faktiskt skumpaður til viks av havhestinum.

- Tá vit vóru á Riv í síðstu viku, so var tað fyrstu ferð í 25 ár, at nakar hevði verið har, og vit sóu ikki ein einasta lunda. Teir eldru menninir fortaldu mær, at í 80’unum plagdu teir at blaka havhestapisurnar út fyri at fáa lundan aftur. Teir fingu lundan at trívast aftur, men tað er so farið nú, sigur Tórik at enda. 

Trýst HER fyri at síggja filmsbrot frá túrinum í Grønlandi.

Les meir um ævintýrini hjá Tóriki í komandi Dimmalætting

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður