Uttanlands

Plastic Change: - Fólkafundurin flýtur í eingangsplasti

Lars Løkke Rasmussen heldur setanarrøðuna á fólkafundinum. Mynd: Venstre.dk)

Lars Løkke Rasmussen heldur setanarrøðuna á fólkafundinum. Mynd: Venstre.dk)

2019-06-12 15:30 Author image
Hergeir Staksberg

Í morgin er politiskur fólkafundur í Danmark, har heimsmálini hjá ST verða viðgjørd. Eitt av heimsmálunum er ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla. Men samstundis sum mann velir at seta fokus á tað burðardygga samfelagið, so hevur mann eisini valt at brúka eingangsgløs úr plastik á fólkafundinum

Umhvørvisfelagsskapurin Plastic Change dugir illa at síggja, hvussu mann kann kjakast um umhvørvisdálking, meðan mann drekkur úr einum eingangs plastglasi.

- Mann hevur ein fólkafund um heimsmálini hjá ST, og samstundis flýtur alt í eingangsplasti. Tað er ein klokkuklár andsøgn til kjakið um tað burðardygga samfelagið, sigur Anne Aittomaki, sum er strategiskur stjóri hjá Plastic Change.

[object Object](Anne Aittomaki er strategiskur stjóri hjá Plastic Change. Mynd: Plasticchange.dk)

100.000 gestir og nógv plast
Fyrireikarar á fólkafundinum hava lagt dent á, at mátbásar og skeinkistøð skulu brúka minst møguligt av eingangsplasti á økinum. Tá tiltakið er liðugt, er ætlanin at savna alt plastið saman, umskapa tað og endurnýta tað.

Men hetta er ikki ein nóg góð loysn, tá tað finnast aðrar betri loysnir, sambært Anne Aittomaki.

- Fýra av teimum størstu tónleikafestivalunum í Danmark - Roskilde, Northside, Tinderbox og Grøn Koncert – brúka endurnýtslugløs úr plasti. Tað er ein betri loysn, sum fólkafundurin átti at tiki til sín, sigur Anne Aittomaki.

Tað verður Lars Løkke Rasmussen, sum fer at halda setanarøðuna á fólkafundinum, og mann roknar við umleið 100.000 gestum. Tá 100.000 fólk savnast, so verða tað helst omanfyri 100.000 plastgløs, sum verða keypt og enda sum skrell.

[object Object](Mynd frá fólkafundinum. Mynd: folkemoedet.dk)

Visjón 2021
Um tað gongur sum leiðslan á fólkafundinum ynskir, so er hetta seinastu ferð, at mann fer at skála við plastikglasi.

Emil Juul-Pedersen hevur ábyrgdina av, at fólkafundurin er burðardyggur. Og hann er samdur við Plastic Change, at tað er for nógv eingangsplast á fólkafundinum

- Vit royna at brúka minst møguligt av eingangsplasti, men vit velja heldur dialog enn forboð. Og í ár taka vit tey fyrstu fetini móti einum burðardyggum tiltaki, sigur Emil Juul-Pedersen.

Hansara dreymur er, at fólkafundurin verður plastfríur.

- Mín mál er, at eingangsplast er ein farin tíð á fólkafundinum í 2020 ella 2021, sigur Emil Juul-Pedersen.

Les um súluna í Mykinesi, sum reiðrast í plastik HER

Les um Kanada, sum hevur sett forboð móti eingangsplasti HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður