Uttanlands

FBI avdúkar loynilig skjøl um Bigfoot

( Bigfoot er kanska størsta gátan í søguni hjá USA. Mynd: Shutterstock)

( Bigfoot er kanska størsta gátan í søguni hjá USA. Mynd: Shutterstock)

2019-06-22 13:25 Author image
Hergeir Staksberg

Um tú hevur nokk av tíð ella dámar konspiratiónsteoriir, so er skjalasavnið hjá FBI ein lítil opinbering. Skjalasavnið er fult av loyniligum skjølum, sum FBI hava innsavnað gjøgnum árini. Seinastu skjølini eru um Bigfoot

Tað eru kanska serliga tey loyniligu skjølini í samband við kend folk, sum eru spennandi at sneyta í. Tú finnur alt frá Al Capone og Albert Einstein til Bigfoot.

Tá tú blaðar gjøgnum savnið, so finnur tú skjótt útav, at tey flestu fólkini eru deyð. Og ofta er tað ikki fyrr enn fólkini eru deyð, at skjølini verða almenn, men so er tað spurningurin: Hví er Bigfoot endaður sama selskapi sum Al Capone og Albert Einstein?

Í Skotlandi hava tey Loch Ness ódjórið, í Føroyum hava vit Nykin og í USA hava tey Big Foot. Sambært eygnavitnum, so er Bigfoot ein blanding av einari lodnari apu og menniskja, men hóast nógv eygnavitni og søgur um Bigfoot, so hevur tað ongantíð eydnast at prógva, at Bigfoot var ella er veruleiki.

Í skjølunum, sum nú eru latin almenninginum stendur at lesa, at Bigfoot Information Center and Exhibition (BIC) hava havt eitt samskifti við FBI um Bigfoot.

FBI kannar 15 hár. Bigfoot?

Í einum brævi frá 1976 spyrja BIC, um teir kunnu fáa FBI at vátta, um teir hava kannað hár, sum kundu stava frá Bigfoot. BIC høvdu nevniliga funnið 15 hár, sum teir vildu hava FBI at kanna nærri, tí teir høvdu ein mistanka um, at tað kundi vera hár frá Bigfoot.

FBI svara og greiða frá, at hóast teir í høvuðsheitinum bara fáast við kanningar í samband við lógarbrot, so játta FBI at kanna hárini frá BIC. 

Nakrar mánaðar seinni kemur eitt svar frá FBI. Men svarið var ikki meir enn næstbest, tí hárini høvdu meir til felags við Bambi enn Bigfoot. Reinsdjórahár, tað var alt. Also ongin Bigfoot, men bara eitt fitt lítið Bambi.

Les loyniligu skjølini í samband við Bigfoot HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður