Heimatíðindi

Fólk sum leita eftir stavivillum eru meir snævurskygd

(Hendan hevur funnið eina stavivillu. Mynd: Shutterstock)

(Hendan hevur funnið eina stavivillu. Mynd: Shutterstock)

2019-06-25 13:26 Author image
Hergeir Staksberg

Tú skrivar eitt uppslag ella eina viðmerking á Facebook. Ein minutt seinni, so hevur onkur funnið eitt vilst -ð og skundar sær at viðmerkja, at har er galið

Tað er eitt tvíeggjað svørð, tá fólk rætta stavivillur hjá øðrum. Tað positiva er, at mann lærir av sínum feilum og verður betri til at stava. Tað negativa er, at tað kann verða rættiliga irriterandi, tá rættstavingin byrjar at viga meir enn boðskapurin.

Nú hava granskarar frá University of Michigan gjørt eina kanning í samband við fólk, sum dáma at rætta onnur. Úrslitið av kanningini vísir millum annað, at fólk sum dáma at rætta onnur eru minni semjusøkjandi enn tey, sum ikki leggja stórvegis í at rætta onnur.

Somuleiðis vísti kanningin eitt samband millum fólk sum dáma at rætta og  snævurskygni.


Kanningin

Tað vóru 83 luttakarar í kanningini. Áðrenn kanningina, so skuldu allir luttakararnir taka eina persónligheitstest. Síðani skuldu luttakararnir lesa teldupostar, sum antin vóru feilfríir ella høvdu fleiri stavivillur.

Tá luttakararnir høvdu lisið teldupostin, blivu teir spurdir, um teir løgdu merki til nakrar stavivillur, og hvussu tað ávirkaði teir. Síðani skuldu luttakararnir gera eina meting av, hvørjar persónligar eginleikar fiktivi persónurin handan teldupostin hevði ella manglaði.

[object Object](Tvey sløg av fólki eyðkendu kanningina. Mynd: Shutterstock)

Úrslitið

Samanlagt fekk telduposturin við stavivillum verri skoðsmál, men hóast allir luttakararnir vóru samdir í, at telduposturin við stavivillum var minni tiltalandi enn tann, sum var feilfríur, so vóru tað ávísir luttakarar, sum dømdu teldupostin við stavivillum munandi harðari enn aðrir luttakarar.

Tildømis vísir kanningin, at teir ekstrovertu luttakararnir høvdu lættari við at góðtaka stavivillurnar, meðan teir meir introvertu luttakararnir brúktu stavivillurnar sum grundgeving fyri negativum persónligum eginleikum.

Kanningin vísti eisini, at luttakarar sum vóru minni semjusøkjandi eisini blivu meir órógvaðir av stavivillum. Sambært granskarum handan kanningina, kann orsøkin vera, at fólk sum minni semjusøkjandi hava verri við at víkja frá reglum.

Les kanningina í fullum líki HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður