Kjak

Klumma: Meslingar

2019-06-28 11:13 Author image
Poulina Slættanes

Barnasjúkur kundu ganga herviligar fyrr. Tað var ikki lukkuligt hjá teimum, ið vóru eldri, at leggjast sjúk. Úti á bygd vóru tað so mong, sum tí ikki høvdu havt hesar neyðugu barnasjúkur, ið smittaðu ógvuliga illa. Ferðasambandið var so avmarkað. Tað vóru tey, sum lótu síni børn fara til familju á stórplássi fyri at vera smittað, liggja sjúk har og fáa tað frá hondini. Tað hendi seg eisini, at trøllvaksnir menn brutu út við meslingum og reydlingum, meðan teir vóru til skips og mundu siglt av. Mangar ótespiligar sjúkralegur úr lugarum hevur man hoyrt og lisið um. Tíbetur eru meslingar bastir um okkara leiðir, tí nú verða okkara smáu koppsett fyri at tryggja seg móti hesi mangan hættisligu sjúku. Á afrikaleiðini ganga meslingar ringir og í Suðurevropa. Har átti okkurt munagott at verið gjørt, men vantandi kopping elvir støðugt til umfarssjúkuna.

Á heysti í 1935, seinast í november, doyr ein grind í Gøtu. Eingin gav sær far um, at meslingar gingu. Í grind hugsaði eingin annað enn bara um grind. Í hópatali komu fólk til Gøtu at fáa hesar vælsignaðu bitar og lykkjur til høldar. Grind hevði ikki lagt beinini har í langsamiligar tíðir. Eingin hugsaði um nakað so banalt sum meslingar, nú tað galt um at fáa grind í pottin. Tuberklunum høvdu øll nógv størri ampa av. Teimum runnu øll undan. Men hetta skuldi vísa seg at vera ein vanlukkulig grind. 30-árini vóru frammanundan so syndarlig við tuberklum og nátasjúku. At meslingar hetta árið fóru at skriva seg í søgubøkurnar, hugsaði valla nakar grindamaður um. Fleiri í besta aldri doyðu um jóltíðir av meslingum í Gøtu og aðrastaðnir við. Og nógv eldri fólk fóru í karantenu.

Ein fagran sólskinsdag 25 ár seinni fara vit til Svínoyar at ferðast, mamma, pápi og vit. Hetta var eitt so gott summar. Sólin skein oman og niðan frá morgni av og til náttin tók yvir við somu summarstyrki. Tað var tað summarið, at eg lærdi at binda perlubinding og holfald. Tað lærdi Gina meg, ein eldri kona í bygdini. Sat so hugagóð og bant tað, hon lærdi meg. Grundbinding dugdi eg, men henda fitta svínoyarkonan legði so nógv aftrat tí, eg dugdi frammanundan, ið eg seinni í lívinum fekk brúk fyri. Heilt gamla mamma Ginu, Anna, lærdi meg patent. Tað var nakað heilt fyri seg at duga.

Men fáar dagar seinni var illa vorðið. Nógvur fepur. Tað eri eg, sum eri sjúk og havi fingið meslingar. Eg var komin á útoyggj og kundi lættliga havt smittað fleiri.

Hetta frættist skjótt í bygdini, at meslingar gingu, og at eg var syndarin. Har vóru fleiri, ið høvdu skýggjað hesa herviligu barnasjúku. Vaksin og eldri. Tað gjørdist ikki betri, at eg hevði verið inni hjá Ginu og helst hevði smittað bæði hana og gomlu mammu hennara.

Og har lá eg, útbrotin og kókaði í fepri. Nógv børn, ið vildu verða smittaði við meslingum, komu inn. Tey tilkomnu og eldru vóru farin í eitt slag av karantenu.  Tíðindafróð vóru børnini, tá tey ógvusliga fortaldu mær, at nú fóru Gina og mamma hennara at doyggja, tí eg hevði smittað tær.

Hetta var ræðuligt, so sjúk eg lá har. Fór av songini skinklandi, tí fóru tær at doyggja, var tað mín skyld. Hevði varhugan av onkrum og hugdi út. Jú, har kom Medicus, doktarabáturin í Klaksvík, skúmandi inn eftir Svínoyarvík. So passaði tað, at eg hevði elvt til ringa skilið í bygdini.

Medicus kom, tí møðgurnar ikki máttu fáa meslingar. Fáar dagar seinni frættu vit av sjúkhúsinum í Klaksvík, at tær báðar fittu konurnar helst ikki vóru smittaðar av herviligu barnasjúkuni. Og øll vóru glað.

Soleiðis var tað bara tá.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður