Heimatíðindi

Emil Lisberg Jacobsen settur sum blaðstjóri á Dimmalætting

2019-06-28 13:58 Author image
Tíðindaskriv

Leiðslan á Dimmalætting hevur í dag sett Emil Lisberg Jacobsen sum ábyrgdarblaðstjóra á Dimmalætting. Hann tekur við starvinum 1. august 2019.

Emil L. Jacobsen var fyrstu ferð í starvi á Dimmalætting í 1995, var so burtur frá í nøkur ár, og byrjaði aftur á Dimmalætting í 1999. Í fleiri ár hevði hann ábyrgd av ítróttarredaksjónini hjá blaðnum. Tá Dimmalætting gavst at koma út í 2013, arbeiddi hann á portal.fo eitt skifti.

Emil L. Jacobsen var í 2014 saman við øðrum fyrrverandi starvsfólkum við til at endurreisa Dimmalætting og hevur síðani arbeitt á blaðnum, fyrst og fremst hevur hann havt ábyrgdina at samskipa blaðútgávuna.

– Tað er gleðiligt, at vit kunnu seta Emil L. Jacobsen sum blaðstjóra, tí Emil hevur bæði drúgvar royndir við blaðútgávu og holla og breiða vitan um samfelagsviðurskfti. Ein av arbeiðsuppgávunum hjá nýggja blaðstjóranum verður at seta redaksjonella toymið av nýggjum, sigur Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarstjóri á Dimmalætting.

– Hetta er ein avbjóðing, sum eg eri spentur uppá. Sjálvt um eg havi starvast á Dimmalætting leingi, so verður tað ein øðrvísi avbjóðing at standa við evstu redaksjonellu ábyrgdini. Harumframt gleði eg meg eisini til avbjóðingina at menna Dimmalætting sum fjølmiðil, í samstarvi við umsitingarligu leiðsluna, sigur Emil L. Jacobsen.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður