Heimatíðindi

Porkeristrolarin Høddaberg TG 792

Høddaberg TG 792 í sjaskveðri. Í 1952 var hann millum føroysku koltrolararnar í Grønlandi (Mynd: Tórgir Strøm)

Høddaberg TG 792 í sjaskveðri. Í 1952 var hann millum føroysku koltrolararnar í Grønlandi (Mynd: Tórgir Strøm)

2019-08-23 13:20 Author image
Óli Olsen

Trongligt var mangan umborð á koltrolarunum. 31. mai 1947 skrivaði Føroya Sosial-demokratur soleiðis:

”Bæði á Norðlandinum og Eysturlandinum skal óført av fiski vera at fáa. Porkeristrolarin Høddaberg kom t.d. í nógvan fisk beinanvegin, hann mátti inn at skipa kol upp, so trongstatt gjørdist umborð alt fyri eitt. Aðrir trolarar sigla eisini heim við fullum farmi.”

Pf. Høddin í Porkeri keypti 21. mars 1947 Høddaberg úr Íslandi. Vörður, sum hann frammanundan nevndist, var smíðaður í 1921 í Lehe í Týsklandi, var 347 tons brutto og hevði 800 hesta guvumaskinu.

Napoleon Poulsen, Poli á Høvda, úr Porkeri byrjaði sum stýrimaður á Høddabergi, men varð skipari, tá ið hann várið 1948 hevði tikið longdina. Marius Absalonsen úr Vági loysti hann av á brúnni onkran ísfiskatúrin.

Summarið 1952 riggaðu føroyskir trolarar til at fara til Grønlands, nú kol fór at verða at fáa har yviri. Høddaberg var ein teirra. Men 22. juli, stutt áðrenn siglast skuldi, doyði Poli á Høvda av vanlukku. Jákup Túná úr Froðba førdi í staðin Høddaberg í Grønlandi hetta summarið.

Í 1955 varð Høddaberg upphøgdur og strikaður úr skipaskránni 22. september sama árið.

 

Hvør er aftasti maðurin?

[object Object]

Í summar varð myndin við monnum umborð í Jóannesi Fonsdal havd á lofti. Við góðari hjálp frá fólki duga vit nú at nevna næstan allar:

Fremsta rað vinstrumegin frá: Karmal Olsen, Vestmanna, Jóan Pauli Durhuus (Palli í Garðastovu), Vestmanna og Sverri Jacobsen, Húsavík. Annað rað: Hákun Lamhauge, Vestmanna, og Steingrím Kristoffersen, Vestmanna. Triðja rað: Jens Poulsen, Vestmanna, Sofus Sivertsen, Gjógv, Jákup Joensen (Lago), Kvívík, Jógvan Petersen, Sandi, og Hans Michael S. Olsen, Hósvík. Aftastur Gunnar ella Olaf Samuelsen, Eiði. Onkur sigur hann vera Arthur á Brúnni, Skálavík.

(Mynd: úr savninum hjá Karmali Olsen)

 

Óli Olsen kann røkkast á sandagota@gmail.com

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður