Kjak

Valið '19: Suðuroyggin skal hava grøna el-framleiðslu áðrenn 2025

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum

2019-08-23 14:04 Author image
Bjarni Hammer

Tað ber væl til, at nærum øll orkuframleiðslan í Suðuroynni verður grøn áðrenn 2025.

Oljan er í dag grundarlagið undir áleið 90% av orkuframleiðsluni í Suðuroynni. Men hetta kann lættliga minkast burtur í onki.

Málið er at allar Føroyar skulu verða grønar. Vit eiga tó longu nú at vísa á eitt stórt øki í Føroyum – við nógvari vinnuligari framleiðslu – sum lættliga kann gera seg leyst av olju til el-framleiðslu.

Lat okkum halda okkum til uppruna orkuætlanina fyri Suðuroy og byggja omaná hana. Seta okkum enn hægri mál í vind- og pumpuverkætlanini og gera Suðuroynna grøna beinanvegin!

Tí má uppruna útboðið á 12 Mega Watt, bæði við vindmyllum og pumpuskipan í Porkerishaga verða tað, sum farið verður í gongd við í 2020. Tá ið hetta mál er rokkið, seta vit upp vindmyllur, ið framleiða 6 MW av vindorku afturat. So eru vit væl áleiðis at framleiða alla elorku í Suðuroy grønt.

Royndirnar av útbyggingini í Suðuroy kunnu síðan nýtast at gera meginøkið norðanfyri grønt eisini.

Reklamuvirðið fyri Suðuroynna og allar Føroyar sum heild vil verða ómetaliga stórt.

Framleiðsluvinnan/útflutningsvinnan kann tá vísa á burðardygga meirvirking av fiskavørum frá varðandi orkukeldum. Ivaleyst ber til at fáa meir fyri fisk virkaðan við grønari elorku. Føroyar kunnu somuleiðis vísa á, at vit veruliga eru ávegis at gerast grøn. Vit høvdu harumframt spart eini 7000 tons av tungolju. Tøl, ið tala.

Megnar SEV hetta ikki einsamalt, eru aðrir aktørar, ið fegnir høvdu viljað tikið av hesi lutfalsligu lítlu avbjóðingini.

Hetta vil eg kempa fyri. Tí tað skylda vit umhvørvinum, okkum sjálvum, okkara børnum og komandi ættarliðum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður