Kjak

Valið '19: Heilsu- og sjúkrarøktin á dagsskrá!

Tordur J. Niclasen, Listi H

Tordur J. Niclasen, Listi H

2019-08-24 15:13 Author image
Tordur J. Niclasen

Her skal ein politisk hugburðsbroyting til, soleiðis, at kikarin verður munandi meira vendur móti heilsu- og sjúkrarøktini og við tí hvørjar umstøðurnar hjá starvsfólkunum  innan sjúkrahúsverkið í veruleikanum eru – og ikki minst, hvønn týdning júst hetta hevur fyri sjúklingin og trivnaðin sum heild innan sjúkrahúsgáttina!

At starvsfólkið kýtir seg at gera sítt besta veit ein og hvør, sum hevur sett sín fót á tær ymsku deildirnar.

Sjálvandi er tað sera møtumikið, tá ov fáar hendur eru í røktina at røkja tyngjandi uppgávur á deildum, sum mangan eru yvirfyltar!

Skelkandi at lesa, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á sinni boðaði frá, at tað á Landssjúkrahúsinum í mong ár hevði verið ein áhaldandi trupulleiki við yvirfyltum deildum og ov fáum starvsfólkum at røkja heilsu- og sjúkrarøktaruppgávurnar!

Umframt at verða sera tyngjandi fyri starvsfólkið er tað eyðsæð ikki serliga heilsufremjandi fyri sjúklingin, at so skal vera.

MEN hví er tað so, kann ein spyrja? Kann hetta ikki júst vera ein ábending um, at  heilsu- og sjúkrarøktin ikki hevur fingið tað pláss á tí politisku dagsskránni, sum hon hevur uppiborið?

Tí er tað eg sigi, at skal vend koma í her, er neyðugt, at ljóskastarin júst verður settur á hendan týðandi partin innan sjúkrahúsverkið!

At tryggja, at heilsu- og sjúkrarøktin kemur á politisku dagsskránna er sera umráðandi – ja, ein fortreyt fyri einum tryggum og vælvirkandi heilsuverki!

Havi sum kunnugt drúgvar royndir innan heilsu- og sjúkrarøktarøkið og tað er mær eitt hjartamál at fáa heilsu- og sjúkrarøktina á politiska breddan – og verður hetta at fremja í góðum samstarvi við avvarðandi yrkisfeløg!


Tordur J. Niclasen, Listi H

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður