Kjak

Valið '19: Barnarættindi fram um vaksnamannarættindi

Bill Justinussen, Miðflokkurin

Bill Justinussen, Miðflokkurin

2019-08-27 10:10 Author image
Bill Justinussen

Fyri Miðflokkin ganga rættindi hjá børnum framum rættin hjá vaksnum. Einfalda orsøkin er, at børn eru veikari enn vaksin. Tað er ikki í hondunum á børnum at tryggja síni rættindi, men í hondunum á vaksnum. Tí er í so mongum viðurskiftum vandin stórur fyri, at rættindini hjá børnum verða yvirsædd, tá rætturin hjá vaksnum skal tryggjast.


Rúsfrítt umhvørvi – ein barnarættur

Eitt dømi er rúsdrekka. Her ynskja liberalir flokkar, at rúsdrekka skal vera lætt atkomiligt, millum annað í matvøruhandlum. Sjónarmiðið er, at vaksin sjálvi eru før fyri at stýra egnum lívi, og at politiski myndugleikin ikki skal smoyggja moral yvir høvdið á vaksnum fólki. Men slík sjónarmið eru illa umhugsað. Tí við slíkari hugsan verða børnini gloymd og ignorerað. Teirra sjálvsøgdu rættindi at vaksa upp í rúsfríum umhvørvi verða als ikki tikin við. Í mínum eygum eru slíkir politikkarar ov sjálvsøknir at síggja tørvin hjá tí veikara partinum. Empati og samfelagssinni vantar. Her er tað bara eg, meg, mær og mítt.


Mamma og babba – ein barnarættur

Eisini í nýligu broytingini í hjúnabandslógini verða børnini taparar. Tvey av sama kyni kunnu ikki geva einum barni tað, sum ein mamma og ein pápi kunnu. Samspælið og fjølbroytnið ímillum ein mann og eina konu, sum uppala eitt barn, er so fult av virðismiklum eginleikum, sum í sjálvum skaparverkinum og lívfrøðini er totalt einastandandi, at tað kann ongantíð endurskapast millum tvey av sama kyni. Sjálvt kynið er orsøkin. Kynið í monnum og kynið í kvinnum eru ymisk frá Skaparans hond við ávísum endamáli. Tað kunnu vit menniskju ongantíð broyta.

Eisini her hugsa vaksin fólk meiri um seg sjálvi og síni rættindi, enn tey hugsa um børnini og teirra rættindi.


Foreldramyndugleiki

Alt ov leingi hevur kríggið staðið millum foreldrini eftir hjúnaskilnað. Hvør hevur rætt til barnið. Men tann spurningurin eigur ikki at skúgva til viks rættin hjá barninum. At barnið hevur rætt til bæði foreldrini og at lóggávan skal taka støði í barnsins tørvi og rætti – áðrenn støði verður tikið í rætti foreldranna. Foreldur eru vaksin. Børn eru børn. Børn eru tey veiku í einumhvørjum máli, har rættur hjá vaksnum stendur yvir av rætti hjá børnum. Tí skal lóggávan fyrst verja børnini, og síðani tey vaksnu.

 

Bill Justinussen, Miðflokkurin

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður