Kjak

Valið'19: Saman eftir hægstu ítróttarmálum

Heini Hátún, Tjóðveldi

Heini Hátún, Tjóðveldi

2019-08-29 18:17 Author image
Heini Hátún

Ítróttur hevur stóran týdning á so mangan hátt.

Tað snýr seg um avrik, at gera sítt allarbesta í mun til eitt ítøkiligt mál. At verða virkin í felagskapi, at vera við í kapping og mennast kropsliga og sálarliga, at gleðast í felag, at kenna troyst frá øðrum tá illani hevur gingist, at kenna vælveruna av at hava livað upp til sítt potentiali.

Men eisini tá tað ikki eru vit sjálvi, sum runnu ella róðu, liva vit við í avrikunum. Ítróttur elur samanhald og stoltleika um tjóðina. Løturnar, tá vit øll halda ondini, ella tá øll tjóðin ger eitt gleðisróp. Løtur, sum byggja okkum upp, fáa okkum til at standa saman. Vit hava brúk fyri teimum, sanniliga. Vit hava brúk fyri ítróttarfólkum, sum droyma stórar dreymir og fara eftir hægstu málum.


Ítróttarkempur uttan sítt land

Tí mugu vit sum land gera tað møguligt! Bestu sømdir at venja er eitt – men enn týdningarmiklari er at sleppa at trúgva uppá, at tað ber til. At kunna síggja fyri sær, at ein dag er størsti sigurin, altjóða heiðurin, mín. Okkara. At eg kann vinna fyri Føroyar. Pál Joensen bardist leingi fyri at sleppa hetta, men mátti til endans boyggja seg og svimja fyri Danmark. Uttan iva kravdi tað nógv av sálarstyrki at fara til kappingar, har øll hini høvdu sítt tjóðarmerki við sær – men ikki hann. Vit eiga í løtuni besta rógvara í Danmark. Um Sverri fer við til Olympisku Leikirnar komandi ár, fer ongin har at vita av, at her rør ein føroyingur. Og vinnur hann, verður tað fyri Danmark. Vit kunnu vera errin av honum – men tað verða ikki vit, Føroyar, sum vunnu.  


Ítróttargreinar í veruligum samstarvi

Vit mugu sum land taka hasi fetini, menna okkum. Verða tjóðin, sum bakkar síni lið og einstaklingar upp.

Og meðan vit arbeiða okkum fram móti fullum sjálvræði, eiga vit sanniliga eisini at standa saman um at menna hvørt einstakt talent. Og tað gera vit best við at arbeiða saman, allar ítróttargreinar. Um vit hyggja til Noregs og Íslands, sum eiga sera góð ítróttaravrik, síggja vit, at grannarnir duga at lata ymsar ítróttargreinar gagnnýta hvørja aðra.

Toppidrettssentreret i Oslo er depil, har norskar ítróttir njóta av at standa øksl við øksl. Skíleyparar læra hondbóltsspælarar leypiteknikk, skíðskjótarar við nógvum OL-heiðursmerkjum læra fótbóltslandsliðið vinnarahugsan. Bestu sprintararnir venja saman við nýbyrjarum í somu innandurahøll, og góðar umstøður eru til allar ítróttargreinar at venja vektir og aðra fysiska venjing saman. Tað er ómetalig megi í hesum.

Laugardalur í Reykjavík er somuleiðis eitt stað, har íðkarar lættliga fara ímillum ymisk venjingarsløg. Har eru heimsmeistarar innan ymsar styrkigreinar, CrossFit, fótbóltur, hondbóltur, eins og frælsur ítróttur. Í mongum av hesum greinum standa íslendingar seg millum tey fremstu í heimi.


Toga í eina línu

Umstøður til ítróttin krevja samstarv millum ítróttarfeløg, sponsorar og almennar myndugleikar. Hesir partar eiga allir at duga at síggja, at nógv best er at toga í eina línu. At tá ítróttardeplar verða innrættaðir, skulu atlit takast til tørvin hjá ymsum ítróttargreinum. Tað er best fyri heildina – og fyri hvørja einstaka ítróttargrein.

Higartil hevur menningin av ítróttarvallum og hallum verið merkt av seráhugamálum. Hetta eiga vit at broyta. Eggja til munandi meira tvørgangandi samstarv. Tað ger okkum so nógv sterkari – bæði so og so!

Og sjálvandi skal landið Føroyar fáa fult valuta fyri pengarnar, ið verða settir í ítróttin. Sjálvandi skulu vit samstundis sum vit menna, streingja á at tryggja okkum rættin at umboða Føroyar í øllum altjóða kappingum. Sjálvandi skulu føroyingar við olympiskum talenti hava Merkið við sær at kappast undir. Til styrki fyri ítróttarfólkið og til æru fyri okkum øll.


Heini Hátún

Tjóðveldi

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður