Kjak

Valið '19: Blása og hava mjøl í munninum

Bjarni Hammer, løgtingslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum

Bjarni Hammer, løgtingslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum

2019-08-30 10:58 Author image
Bjarni Hammer

Tað er at gleðast um, at Fólkaflokkurin nú til valið er farin at profilera seg sum grønan og umhvørvisvinarligan flokk.

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat tey halda um umhvørvispolitikkin hjá Trump og brasilianska forsetanum Bolsenaro, sum báðir vilja verða við, at tað eru tey vinstravendu, sum uppfinna trupulleikar við umhvørvinum. 

Hetta sjálvt um ísurin á norðpólinum smeltar og stórur partur av Brasilia stendur í ljósum loga. 

Vit kunnu vera so ymisk sum vit vilja, høgravend, vinstravend, kristin ella muslimar. Øll skulu vit anda somu luft í okkum. 

Tað er lítil meining í at vilja steðga útláti hjá føroyskum fiskiskipum, SEV, húsarhaldum og bilum og so samstundis hálova Trump og Bolsenaro.
Tá klárar man at blása og hava mjøl í munninum.

Uttan mun til politiskan lit, so mugu vit øll gera manngarð at verja umhvørvið, ella verður galið bæði fyri vinstravend og høgravend.


Bjarni Hammer

Løgtingslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður