Kjak

Oddagrein: Hvar fóru kvinnurnar?

2019-09-06 08:51 Author image
Emil Jacobsen

Løgtingsvalið farna leygardag var ein ósigur fyri kvinnuumboðanini í Løgtinginum. Av teimum 33, sum vórðu vald inn, vóru bert átta kvinnur, og tað er ein færri enn fyri fýra árum síðani, tá níggju kvinnur vórðu valdar beinleiðis inn á ting.

Tað tykist sum um hetta kjakið tekur seg upp aftan á hvørt løgtingsval, og at lutfalsliga talið av kvinnum á tingi ongantíð er nøktandi. Tað verður tað helst ikki, fyrr enn umleið helmingurin av tingfólkunum eru kvinnur, men so nær hava vit ongantíð verið enn.

Men í hesum høpi var eitt við hesum løgtingsvalinum, sum var rættiliga nógv øðrvísi enn undanfarin val hava verið. Fleiri av kvinnunum, sum hava verið rættiliga frammarlaga í politikki seinastu árini, fullu hesaferð. Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen og Hanna Jensen hava allar sitið í landsstýrinum, Ruth Vang hevur verið forkvinna í fíggjarnevndini, Annika Olsen er borgarstjóri í landsins størstu kommunu og fyrrverandi landsstýriskvinna, og Annita á Fríðriksmørk og Óluva Klettskarð hava báðar havt álitissessir í Tjóðveldi.

Tað sigur so mikið sum, at hesar kvinnur ikki hava verið forfjónaðar av sínum flokkum, og harvið fellur grundgevingin, sum sigur, at kvinnurnar ikki sleppa framat í flokkunum, til jarðar. Hon hevur havt hald í veruleikanum fyrr, men als ikki í sama mun hesaferð. Heldur er talan um, at veljararnir snøgt sagt ikki hava verið nøgdir við tað, sum hesar kvinnurnar hava avrikað seinastu fýra árini.

Rætt skal eisini vera rætt: Støðan í Framsókn er eitt sindur serstøk, tí Ruth Vang fekk 96 atkvøður fleiri enn fyri fýra árum síðani og Hanna Jensen fekk nærum sama tal av atkvøðum hesaferð sum seinast, men hvørgin teirra rakk inn um tinggáttina kortini.

Tað er einki at ivast í, at tað hevði verið gott fyri Løgtingið, um kynsbýtið var eitt sindur javnari, men tað er ov lætt bara at peika eftir flokkunum og biðja teir taka sær um reiggj og lata kvinnurnar sleppa meira framat. Gaman í vóru tveir triðingar av valevnunum hesaferð menn, men tað vóru eisini fleiri sterkar og politiskt royndar kvinnur, sum stillaðu upp, og fleiri av teimum fullu, hóast tær hava havt ein sjónligan pall at gera seg galdandi á seinastu fýra árini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður