Mentan

Vágatrolarin Vesturskin VA 221

Vesturskin fiskaði væl, men gjørdi eisini vart við seg á annan hátt (Mynd: Svenning Johannesen)

Vesturskin fiskaði væl, men gjørdi eisini vart við seg á annan hátt (Mynd: Svenning Johannesen)

2019-09-06 09:23 Author image
Óli Olsen

Koltrolarin Vesturskin fiskaði væl, men eftirtíðin minnist hann eisini frá ávísari hending á Havnar vág flaggdagin í 1954. Tað venda vit aftur til.

Pf. Vága trolarafelag í Sørvági keypti 31. juli 1946 trolaran Hammond úr Grimsby og nevndi hann Vesturskin. Hann var smíðaður í 1936 í Selby, var 469 tons brutto og hevði 750 hesta guvumaskinu.

Vesturskin, sum hevði verið í bretska herflotanum, varð umbygdur í Haugesund, áðrenn hann kom til Føroya um várið 1947. Úr Noregi varð farið til Leith at seta spøl í hann og haðani til Aberdeen eftir salti, áðrenn leiðin lá til Føroya.

Hans Andrias Djurhuus, Dia á Vertshúsinum, úr Havn førdi trolaran til 1949. Mikkjal Petersen var skipari ein túr, og síðan førdi Svenning Johannesen bátin til 1954, tá ið hann varð seldur av landinum aftur.

25. apríl 1954 fór, sum nevnt, ávís hending fram á Havnar vág. Fiskimannaverkfall var, og Erlendur Patursson, táverandi formaður Føroya Fiskimannafelags, skrivaði um tilburðin í verkinum, Fiskivinna og Fiskivinnumál 1940-1970, 2. bindi.

Vesturskin hevði, sambært Erlendi, roynt at fáa manningina at bróta verkfallið, men tá ið hetta ikki eydnaðist, varð farið á Havnina at royna at fáa nýggja manning. Seytjan mynstraðu, men tá ið akkerið skuldi hivast, og skipið sigla, løgdu verkfalsmenn við fiskimannafelagsformanninum á odda at borði.

Farið varð umborð, spælið steðgað, og trolarin varð liggjandi. Nýmynstraðu menninir fóru so í land aftur, og trolarin á Vestmanna, har hann varð liggjandi, til verkfallið var av.

Rættarligur eftirleikur spurdist burturúr. Formaðurin í Fiskimannafelagnum varð dømdur inn at sita í 40 dagar, og ein fiskimaður fekk 30 daga treytaðan fongsulsdóm. 

16. november 1954 varð Vesturskin seldur felagnum A/S Heinsa í Kristianssund. Norðmenn settu, sum skilst, oljukynding í hann, áðrenn teir fóru til fiskiskap. Vesturskin varð strikaður úr skipaskránni 20. november 1954.

Koltrolararnir vóru í grundini ætlaðir til ísfiskaveiðu, men føroyingar nýttu teir til saltfisk eisini. Tað hevði við sær sera tungar bátar, sum lógu lágir í sjónum. Og tá ið teir eisini vóru langir og mjáir, var stabiliteturin hareftir. Summir trolarar høvdu lyndi til at leggja seg, og tað var rættiliga vandamikið.

Í komandi bók um føroyskar síðutrolarar verður eitt nú sagt frá Vesturskini, ið legði seg á Barðinum ávegis á Sørvág. Hann var komin úr Hvítahavinum (Barentshavinum) við kjokkfullari saltfiskalast.


Óli Olsen kann røkkast á sandagota@gmail.com

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður