Kjak

Oddagrein: Ræður um at síggjast

2020-01-24 09:53 Author image
Emil Jacobsen

Tað var ein tíð, tá mannaðar politistøðir vóru í so at siga øllum stórum og miðalstórum bygdum í Føroyum. Men fyri góðum tíggju árum síðani fór ein stór umskipan fram av føroysku løgregluni, sum millum annað førdi við sær, at fleiri av politistøðunum kring landið vórðu niðurlagdar ella bara vórðu mannaðar ein part av tíðini.

Hetta hevði sínar grundir, men í dag kann tað tykjast løgið, at politimanningarnar nú eru færri enn fyrr, samstundis sum fólkatalið er vaksið.

Fyrr í vikuni hoyrdu vit í Degi og Viku um eitt verri skil í Sandavági, har ein kvinna ringdi til løgregluna eftir hjálp og fekk sum svar, at løgreglan ikki kundi vera á staðnum fyrr enn ein hálvan tíma seinni. Eingin sigur, at politistar skulu kunna vera á staðnum alt fyri eitt, men ein hálvur tími er rættiliga nógv í eini neyðstøðu, og sum tað bleiv greitt frá í sjónvarpinum, var veruliga talan um eina neyðstøðu.

Í blaðnum hesaferð siga borgarstjórarnir í Vágum seg eisini sakna, at politiið er sjónligari í oynni, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu sigur, at tað kunnu ganga vikur ímillum, at nakar politibilur sæst har – í Runavík, sum er triðstørsta búpláss í landinum.

Og júst tað at síggjast hevur týdning. Uttan samanbering annars, so hevði býurin New York megnað at minkað so nógv um kriminalitetin í býnum, at talið av brotsverkum nú er tað lægsta síðani 1950-árini, og Manhattan er í dag eitt av tryggastu støðum at ganga í einum amerikanskum stórbýi. Ein stórur partur av loysnini har var at senda meira politi út á gøturnar – New York’s finest, sum teir eisini kallast.

Vit siga ikki, at vit skulu hava Faroes’ finest út at ganga á varðhaldi í føroyskum bygdum, men tað er eingin ivi um, at tað at løgreglan javnan sæst hevur eina fyribyrgjandi ávirkan. Tað er ikki vist, at tað kann fáa løgregluna at koma skjótari á staðið, tá brúk er fyri tí, men ein sjónlig løgregla skapar eisini størri tryggleika millum fólk og kann uttan iva fáa møguligar lógbrótarar at hugsa seg betur um.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður