Kjak

Klumman: Bróstkrabbaviðgerð

2020-02-14 10:49 Author image
Karin Kjølbro

Kvinnur hava nógvar felagsskapir. Tær liggja t.d. á song saman, eru í mammubólki, ganga í bindiklubb o.m.m.a. Ein ófrívilligur felagsskapur er at fáa bróstkrabba og hittast til viðgerð og alt tað, sum hongur uppií tí. Kvinnur tosa nógv saman, tí hevur tú seinastu árini hoyrt um frálíka íslendska bróstkrabbaskurðlæknan, sum allar eru á fornavn við. Og tað var ikki bert sjálv viðgerðin, tú hoyrdi um, men eisini alt hitt, sum hoyrir til eitt slíkt viðgerðarskeið frá diagnosu til eftirviðgerð. Møguliga var orsøkin til, at tú hoyrdi so ofta um hesi viðurskifti, at viðgerðin var flutt til Aalborg Sjúkrahús. Við øðrum orðum, kvinnurnar mistu nakað tær kendu og vóru tryggar við, og sum tær vóru glaðar fyri. Sjálv var eg bilsin, tí eg hevði lisið um skandalur  (region Sjælland) á hesum øki í Danmark væl frammanundan.

Í sambandi við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fingið kæru frá starvsfólkunum um, at viðgerðin av bróstkrabba í Aalborg hevur verið alt annað enn góð í 2019, var málið umrøtt av KvF í farnu viku. Av 38 skurðviðgerðum hava verið 21 við komplikatiónum. Varastjórin á LS skuldi m.a. siga okkum, hví flutt varð til Aalborg Sjúkrahús, tá alt var gott við Kristian Skúla. Svarið var, at sjúklingarnir "ikki skuldu hanga í leysari luft" eftir at íslendski serlæknin gjørdist "a loner". Fyrr hevði hann Landsspitalið aftan fyri seg.

Sjálva kæruna kundi kann ikki gera viðmerkingar til, tí hon skuldi kannast nærri. Tað skilja vit sjálvsagt, men tá hann legði aftrat, at tað fór at taka mánaðir, so hava vit leikfólk og avvarðandi ilt við at skilja støðuna. KvF hevði síðani samrøðu við sjúklingin Elisabeth Myllhamar. Vælvald kona, ið ikki blásti støðuna upp. Onkur onnur kundi meira enn so fingið drama burturúr tí, henni hevði verið fyri. Og hon legði aftrat, at øll starvsfólkini vóru einglar.

Kundi ikki lata vera við at hugsa, hvussu málið varð viðgjørt, um somu tøl høvdu snúð seg um t.d. prostatakrabba. Elisabeth var skurðviðgjørd í september í fjør, hevði nógvar trupulleikar og hon bíðar alsamt eftir at vera innkallað til stráluviðgerð.

Fari eg ikki skeiv, var annars sagt, tá sáttmálin var gjørdur við Aalborg Sjúkrahús, at hann skuldi eftirmetast eftir einum ári. Sum skilst, er sáttmálin bara hildin fram uttan eftirmeting. Varastjórin helt annars, at grundleggjandi var viðgerðin í Aalborg nøktandi. Eisini var forkvinnan í Krabbameinsfelagnum lutvís nøgd, men vísti á, at samskipanin var ikki nóg góð.  

Haldi meg minnast, at áðrenn 2010 var sjúkrahúsviðgerðarpolitikkurin í øllum regiónum í Danmark broyttur til sonevndar serligar sjúkugongdir (pakkaloysnir), sum merkir, at øll stig frá útgreining, viðgerð, eftirviðgerð og endurvenjing er løgd tilrættis og bókað longu tá sjúklingurin er vístur til viðgerð. Er tað so, so er ilt at skilja og forstanda henda bróstkrabbaviðgerðarpakka, sum er galdandi fyri føroyskar kvinnur.

Sostatt er ikki annað at gera enn at venda sær til okkara jaliga landsstýrismann í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, ið hevur tosað nógv um viðgerðartrygd við danskari fyrimynd. Væl veri tær, lat tær konur, sum fáa bróstkrabba, áðrenn niðurstøða er gjørd av kanningini um Aalborg Sjúkrahús, fáa loyvi til sjálvar at velja, hvar tær vilja hava viðgerðina framda. Ein krabbadiagnosa er altíð álvarsom bæði fyri sjúkling, familju og arbeiðspláss. Men tað eigur ikki at vera ein beinleiðis vandaferð í 2020.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður