Heimatíðindi

The Land of Maybe: Bókin um Føroyar til útlendingar – og til okkum

Tað er ein uggi í hesum basaltklettunum, sum reisa seg úr havinum, sum er svart sum ein ravnafjøður. Ber fjøll, sum eru kloyvd av djúpum rivum, rulla burtur móti havsbrúnni í ótaldum litbrigdum av grønum og gulli

Tað er ein uggi í hesum basaltklettunum, sum reisa seg úr havinum, sum er svart sum ein ravnafjøður. Ber fjøll, sum eru kloyvd av djúpum rivum, rulla burtur móti havsbrúnni í ótaldum litbrigdum av grønum og gulli

2020-03-26 20:29 Author image
Sveinur Tróndarson

- Tað finst ikki so øgiliga nógv á skrift á enskum um Føroyar. Tað, sum er skrivað, havi eg lisið sum fyrireiking til hesa bókina, og eg havi eisini lisið fleiri bøkur, sum eru skrivaðar á øðrum máli. Eingin av teimum var skrivað, sum eg ynskti at sleppa at skriva mína bók. Hon skuldi vera ein øðrvísi innføring í tað Føroyar, sum eg eri komin at kenna.

Tað sigur enski rithøvundurin, Tim Ecott, sum um dagarnar gav út bókina The Land of Maybe. Hetta er ein bók um Føroyar sæddar gjøgnum brillurnar hjá enska journalistinum, ið hevur verið regluligur gestur her á landi, síðan hann á fyrsta sinni kom higar fyri 11 árum síðan.

Hann hevur arbeitt við bókini í rúma tíð, og hann hevur veruliga lagt seg eftir, at gera eina øðrvísi bók. Eina bók, sum lýsir føroyska samfelagið ígjøgnum eyguni á einum útlendingi.

Men tó ikki hvørjum sum helst útlendingi. Tí Tim Ecott hevur arbeitt sum journalistur hjá BBC World Service, har hann gaman í serliga arbeiddi við Afrika og Indiska havinum, men hann hevur altíð havt ein serliga áhuga fyri oyggjasamfeløgum.

Sum at hyggja inn í fortíðina – og tó...
Tað var tíðliga í ár, at undirritaði datt um eina heimasíðu hjá einum netbókahandli, sum lýsti eina bók um Føroyar á enskum.

Í tekstinum sást, at talan var um eina øðrvísi bók, tí har stóð at lesa, at The Land of Maybe í høvuðsheitum lýsir, hvussu hesar loyndarfullu oyggjarnar í Norðuratlantshavi eru skrúvaðar saman.

- Hetta staðið, ið er ein heimur, sum skjótt er burtur, er heimstaður til eitt tætt knýtt samfelagið, har 50.000 fólk hava felags víkingarøtur og eitt mál, ið ikki hevur sín líka. Bard av náttúruni i einum óstøðugum umhvørvi, veiða føroyingar sjófugl, reka grind og eta seyðakjøt, sum er ræsað í salta vindinum, sum ýlir um teir myrku firðirnar, stendur at lesa í stutta samandráttinum av bókini.

Henda lýsing gevur eina ábending av, at hetta ikki er ein vanlig bók um Føroyar og føroysk viðurskifti, tí hon er skrivað á einum rættiliga serligum máli.

Og tað viðurkennir rithøvundurin eisini, tá vit hitta hann á telefonini úr Onglandi, har hann býr.

- Eitt mál við bókini er at geva lesarunum, sum ikki hava verið í Føroyum, møguleikan at seta seg inn í, hvat føroyska samfelagið er fyri nakað. Tað er nakað serligt, tí tað er øðrvísi, sum bretska samfelagið var fyri nógvum árum síðan, men samstundis liva tit í eini tíð, har tit flyta tykkum burtur frá tí, sum Føroyar vóru fyrr, sigur Tim Ecott.

Dámar væl oyggjar
Tað var kanska einki løgið í, at Tim Ecott fall til, tá hann fyri 11 árum síðan á fyrsta sinni kom til Føroya.

Hann hevur sum barn búð bæði í Írlandi og í Afrika, og sigur sjálvur í samrøðuni, at honum altíð hevur dámað væl oyggjasamfeløg.

Tí flutti hann fyri nøkrum árum síðan til Seyskellurnar, har hann búði í nøkur ár. Men uttan at taka nakað frá seyskelloyingum, so staðfestir hann, at tey í mangar mátar eru øðrvísi enn føroyingar.

- Tey eru ikki so sosial, sum føroyingar eru, og tað kann vera trupult at fáa samband við fólk. Tað er ikki bara sum at siga tað at búgva á einari oyggj, og tí hevur man brúk fyri sambondum, og tey fekk eg í Føroyum. Sera góð sambond, sigur Tim Ecott.

Tað var kanska ikki heilt so einfalt í byrjanini, men tá tað glapp, so helt tað eisini ordiliga, leggur hann afturat.

- Tey halda enn. Eg trívist øgiliga væl í Føroyum, og mær dámar væl at koma til Føroya, sigur Tim Ecott.
Hann leggur afturat, at hann fyri fleiri mánaðum síðan hevur keypt sær ferðaseðil til Føroya í samband við útgávuna av bókini, men at hetta alt nú er ivasamt, orsakað av koronasmittuni, sum hevur lagt alt flogsamband lamið – og sosiala samveran fór sama veg.

Ein bók um Føroyar
Fyri Tim Ecott var tað týdningarmikið, at bókin, sum hann lat úr hondum ikki var ein ferðabók.

Endamál hansara var at skriva eina bók um Føroyar, tí í heila tikið vita øgiliga nógv fólk øgiliga lítið um Føroyar, og tað vildi hann gera nakað við. Tí hevur Tim Ecott brúkt nógva orku uppá at kanna nógvar smálutir, og tað er eisini ymiskt, sum hann er heilt vísur um kemur óvart á fólk.

- Í dag eru tað tey fæstu í Bretlandi, sum yvirhøvur vita, at Føroyar eru til. Tey vita heldur ikki nakað sum helst um tað samband, sum hevur verið millum Føroyar og Bretland, og heldur ikki um Typoo Tea og grønar keks, sigur hann.

Men sjálvt um hon er skrivað av einum fremmandamanni, so vendir bókin sær ikki bara til bretar. Hon vendir sær eisini móti øðrum, og eisini móti Føroyum og føroyingum, sigur Timm Ecott.

- Eg eri eyðmjúkur og vóni, at eg havi lýst tey viðurskifti, sum eg lýsi í bókini, á ein rættan og sømiligan hátt, sigur hann.

Hann greiðir frá, at tá hann byrjaði upp á bókina, og greiddi fólki frá, hvussu hon fór at eita, vóru tað fleiri, sum søgdu: “Góði ikki The Land of Maybe”. Men hetta orðafellið, sum hevur sín uppruna undir krígnum, lýsir akkurát tað, sum hann vildi lýsa, og tí valdi hann at halda fast við tað.

Máli eina veruliga mynd
Við hesi bókini hevur Tim Ecott megnað at skriva eina sera áhugaverda bók um Føroyar, sum lýsir tey viðurskifti, sum vit eru upptikin av í dag.

Hann nertir við tey evni, sum hann heldur vera týdningarmikil at nerta við, og hann krógvar ikki nakað. Kanska heldur tvørturímóti.

- Eitt, sum eg vildi hava við var, at Føroyar broytast nógv í løtuni. Føroyar eru á veg burtur frá tí, sum Føroyar vóru fyri nøkrum árum síðan, sigur Tim Ecott.

Í so máta er bókin ein góð støðumynd av, hvussu Føroyar sóu út, tá bóki var skrivað. Tí tá vit um nøkur ár taka eina nýggja støðumynd, eru oyggjarnar aftur broyttar.

- Vit síggja somu gongdina í Føroyum, sum vit síggja í øðrum londum. Bygdirnar – og oyggjarnar – minka og býirnir, serliga Havnin, veksur. Tað er tað sama, sum hendir aðrastaðni, og tí eru Føroyar í mangar mátara líkar øðrum samfeløgum. Og tó ikki, sigur Tim Ecott.

Bókin The Land of Maybe, er áhugaverdur lesnaður, og fæst til keyps hjá Rit & Rák. Um so er, at onkur ivast, hvussu viðkomandi skal fáa fatur á bókini, tí sølumiðstøðin er stongd, so eru ráð fyri tí hon fæst til keyps í netbókahandlinum hjá Rit og Rák, og hon verður send kring alt landið við Posta. Hon kostar 169 krónur.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður