Heimatíðindi

Havnin kostar nú um 600 milliónir

Kostnaðurin fyri nýggju Skansabryggjuna táttar nú í 600 milliónir krónur Mynd: Sveinur Tróndarson

Kostnaðurin fyri nýggju Skansabryggjuna táttar nú í 600 milliónir krónur Mynd: Sveinur Tróndarson

2020-03-30 09:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Samlaður fíggjarkarmur: 465 milliónir krónur.

Tað stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu um nýggju havnarútbyggingina, Skansabryggjuni.

Men við rokningini fyri umvælingina av akkerunum, táttar rokningin nú í 600 milliónir krónur. Ella meira enn 100 milliónir krónur meira enn upprunaliga ætlað.

Á síðuni, sum eitur Eystara havnarøki, stendur greitt frá undir stutt og greitt, hvør samlaði fíggjarkarmurin fyri verkætlanina er, sum sambært síðuni byrjaði í januar 2017, og har stendur talið 465 milliónir krónur.

Har stendur eisini, at kommunan valdi at taka av einum tilboði frá J&K Petersen uppá 387 milliónir krónur, ein upphædd, sum varð uppjusterað við umleið 25 milliónum til góðar 410 milliónir krónur áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.

Úr 500 upp í 600

Hetta – og annað – hava tó havt sína ávirkan á, at Tórshavnar kommuna seinni hevur víðkað fíggjarkarmin upp í 500 milliónir krónur, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari hjá Tórshavnar Havn, sigur við dimma.fo, at tey vóru sannførd um, at karmurin fór at halda.

Men so hendi tað, at akkerini fóru, og tað endar nú, fyribils í øllum førum, við einum eyka kostnaði fyri kommununa – ella Tórshavnar havn – uppá 70 milliónir krónur. Tí táttar samlaði kostnaðurin nú í 600 milliónir krónur, tá alt er íroknað.

- Tað er rætt, men hatta talið verður ávirkað av avgerðini hjá Betri Trygd í samband við tryggingarspurningin, og tí er útgjaldið hjá okkum í samband við úmvælingararbeiðið í fyrsta umfari at rokna sum eitt útlegg, sigur Jónsvein Lamhauge.

Hann er slett ikki áhugaður at siga nakað um útfallið av tryggingarspurninginum.

- Nei, tað málið havi eg ongar viðmerkingar til. Tann spurningurin liggur hjá tryggingarfelagnum, og vit bíða eftir boðum frá teimum, sigur havnarmeistarin.

Botnkanningarnar

Enn er eingin sum við vissu veit, hví akkerini eru farin.

Fleiri teoriir eru frammi, og ein er, at byggifelagið hevur verið óskettið í arbeiðinum, men hesari orsøkini vísir Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, frá sær.

Ein onnur er, at havnin hevur sett seg meðan arbeitt hevur verið, tað vil siga, at grótið hevur flutt seg, so trýst á tann hátt er komið á akkerini og boltarnar, sum hava givið seg so nógv, at tey eru farin ella eru um at fara.

Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er tí, um Tórshavnar kommuna hevur gjørt tær neyðugu botnkanningar, sum skuldu til, áðrenn farið var í holt við eina so stóra verkætlan.

- Botnkanningar eru sjálvandi gjørdar, men tað vil altíð vera ein spurningur, um vit hava kannað nóg mikið, sigur Jónsvein Lamhauge, sum umframt at vera havnarmeistari eisini er formaður í bygginevndini.

Akker leggjast av nýggjum

Hósdagin í síðstu viku gjørdu kommunan og J&K Petersen avtalu um, at byggifelagið skal umvæla skaddu akkerini í nýggju havnini.

Arbeiðið umfatar umleið 400 akker, sum sita á 8,5 metra dýpi, sum skulu umvælast. Hesin parturin kemur at kosta 60 milliónir krónur. Harumframt skulu nýggj setast á 4,5 metra dýpi og tað kemur at kosta 10,3 milliónir krónur, skrivaði kommunan í tíðindaskrivi fríggjadagin.

Nýggja Skansabryggjan gevur Tórshavnar havn slakar 900 metrar av atløgubryggju afturat, og hon víðkar havnarøkið 95.000 fermetrar.

Fyrsti parturin av arbeiðinum skuldi eftir ætlan vera liðugur, og handast, í november í fjør, men so komu skaddu akkerini í vegin. Nýggja avtalan inniber, at alt arbeiðið skal vera liðugt í november. Tó fær Tórshavnar havn ein part av atløgubryggjuni seinni í summar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður