Krevja longda varðhaldsfongsling

2020-04-07 15:27 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Rættarfundur verður í morgin um longda varðhaldsfongsling av eini kvinnu.
Kvinnan er skuldsett fyri at verið við í kynsligum harðskapi móti dóttur síni. Hetta skrivar kvf.fo.

Rættarfundur verður fyrrapartin í morgin, har ákævuvaldið fer at krevja, at kvinnan verður varðhaldsfongslað í fýra vikur afturat teimum 11 døgunum, hon longu hevur verið í varðhaldi.

Verjin mótmælir, at varðhaldsfongslingin skal leingjast.

Kanningararbeiðið í málinum um kynsligan yvirgang móti einari gentu er annars liðugt. 

Maðurin, sum er stjúkpápi hjá gentuni, varð leyslatin úr varðhaldium í gjár. Hann er skuldsettur fyri at hava samlegu við fólk undir 18 ár, sum er stjúkbarn hjá honum. Hann er eisini skuldsettur eftir greinini í revsilógini, ið sigur, at tann, sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn, útvegar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til fýra ár, skriva kvf.

Maðurin er skuldsettur fyri samlegu og fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Kvinnan, sum er mamma gentuna, er skuldsett fyri revsilógarbrot, sum kunnu geva seks ára fongsul ella meira.

Ákæruvaldið metir brotsgerðirnar, sum kvinnan er skuldsett fyri, verða so grovar, at hon kann ikki vera leys, og krevur tí, at varðhaldsfongslingin verður longd.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður