Heimatíðindi

Heima við hús: - Eg síggi hetta sum eina mennandi tíð

(egin mynd)

(egin mynd)

2020-04-07 17:13 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í hesum døgum eru fleiri familjur, sum royna at fáa nýggju tilveruna at hanga saman við arbeiði og børnum. Hetta ein øðrvísi gerandisdagur hjá teimum flestu, har arbeiðsmynstrini mugu passa saman við, at børnini eisini skulu ansast. Hetta kann gera tað eitt sindur torført at fáa dagin at hanga saman sum best.

*

Michel Nielsen er íverksetari. Dagliga húsast hon í Hugskotinum, har hon rekur fyritøkuna Spark Media. Undir korona-átøkunum eru hon og makin við hús saman við teirra tveimum børnum.

Hetta er ein øðrvísi tíð, har vanligi gerandisdagurin hjá familjuni nú skal tilpassast við heimaarbeiðandi foreldum og børnum, sum ikki sleppa á stovn.

- Tað var ein strævin byrjan, men so við og við hava vit øll vant okkum við at vera heima og at fáa alt at passa saman, fortelur Michel Nielsen.

Við hús hava tey nú skipað gerandisdagin so, at tey øll passa inn. Fyrraparturin verður brúktur til tær størri uppgávurnar og samrøður, meðan børnini slappa av og hyggja eftir einum teknifilmi, tí sum Michel Nielsen sigur, so kann tað vera torført at gera samrøður gjøgnum telefon meðan børnini larma í bakgrundini. 

- Aðrar dagar mugu vit býta dagin sundur, sum tá annar av teimum hevur onkra átrokandi uppgávu, sum má avgreiðast. Tað ger tó, at arbeiðsdagurin verður spjaddur yvir allan dagin, tí tað ofta er ringt at samla seg um eina uppgávu í senn og avgreiða hana, fortelur hon.

Hendan øðrvísi og meira strongda tíðin ávirkar sjálvandi eisini huglagið til tíðir, men hon roynir at síggja positivt uppá støðuna.

- Man noyðist eisini skilja, at hetta er ein strævin tíð fyri børnini, nú alt ikki er sum tað eigur, og har tey eisini noyðast at halda seg til eina støðu, har vit noyðast at arbeiða heima. Tað sum tyngir mest er tann eviga ringa samviskan. Antin er tað ring samviska um, at arbeiðið liggur og bíðar eftir mær og eg ikki nái tað sum eg skal, ella er tað samviskan móti børnunum um tey nú fáa nokk av tíð, eisini sjálvt um vit royna at seta tíð av hvønn dag til at vera saman, sigur Michel Nielsen.

Tað er ikki bara gerandisdagurin heima, sum skal koyra sum hann eigur. Michel Nielsen rekur eisini egna fyritøku og tað er avbjóðandi í hesum tíðum. Sjálvt um tað er lætt at stúra fyri hvussu fyritøkan og inntøkan skal berast víðari, velur hon heldur at síggja hetta sum eina mennandi avbjóðing.

Tíðin er nógv merkt av, at kundarnir eisini eru í eini strongdari tíð, og tí hevur hon valt at brúka orku uppá at royndarkoyra og menna ymiskt í fyritøkuni. Hetta merkir tó, at inntøkugrundarlagið er lítið fyri tíðina, men hon vónar, at hetta fer at síggjast aftur seinni, tá tíðirnar aftur eru sum tær eiga. 

- Eg velji at síggja hesa tíðina, sum eina stóra menning eisini. Tað er ein óvanlig støða, vit eru tvungin í og sum vit annars høvdu gjørt alt fyri at sloppið undan, bæði sum familja og sum vinnurekandi. Tað eru øgiliga nógvar avbjóðingar í luftini, men eg velji at taka hetta sum eina avbjóðing og gera mítt besta, so at vit koma enn sterkari úr hesum, sigur Michel Nielsen.

Men at arbeiða heima er ikki tað sama og tað merkist væl, at sosiala samveran er burtur og tíðin kann tí eisini tykjast einslig, heldur Michel, sum vanliga er í einum øgiliga sosialum arbeiðsumhvørvi. Hóast tey hava roynt at gjørt ymiskar hugnaløtur umvegis telefon og á netinum, so heldur hon als ikki, at tað kann samanberast við vanliga sosiala samveru.

Tað merkist eisini fyri familjuna, at tey ikki síggjast líka nógv við restini av familjuni.

- Ommuna og abban vitja vit sjálvandi ikki í løtuni og tað merkist, bæði á teimum og á okkum. Eg merki væl á teimum, hvussu ringt tað er fyri tey, at eingin kann koma á vitjan. Tey eru gomul og hava tørv á samveru, og at fáa fólk á vitjan. So tað leggur eina eyka stúran á okkum í løtuni, sigur Michel Nielsen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður