Kjak

Vit skulu í gongd aftur

2020-04-17 20:09 Author image
Sveinur Tróndarson

Ella tað ger hann í øllum førum hjá nøkrum, sum vera send út aftur, tí vit mugu hava samfelagið upp aftur í ferð.

- Vit byrja við skúlum og dagstovnum, segði løgmaður, tá hann kunnaði føroyingar, og tað er so tann avgerðin, sum myndugleikarnir hava tikið.

Smittuserfrøðingarnir vóru ikki heilt samdir við myndugleikanum, men tað er politiska skipanin, sum eigur avgerðina, líkasum hon átti avgerðina at seta ferðina niður fyri meira enn einum mánaði síðan.

Sjálvt um eingin ivast í, at tað var neyðugt við tiltøkum, tá korona-smittan tók seg upp her á landi, so er eisini greitt, at vit mugu eisini fáa samfelagið upp aftur í ferð.

Tí vit hava ein búskap, sum skal haldast uppi, um enn hann verður øðrvísi skrúvaður saman enn vit roknaðu við, tá hetta árið byrjaði.

Og tað er júst tí, tað á ein ella annan hátt erneyðugt at koma í gongd aftur.

Broytingarnar, sum korona-smittan hevur havt við sær, eru fyri nøkur fólk so stórar, at okkurt má henda.

Har er tað – enn einaferð – serliga ferðavinnan, sum er hart rakt, og í løtuni torir eingin at siga nakað um, hvussu hetta árið fer at síggja út hjá hesari vinnugreinini.

Vónandi fara myndugleikarnir at fata, at tað er neyðugt at hjálpa hesum partinum av føroyska samfelagnum, so vit koma so heilskapað burtur úr hesum, sum tað á nakran hátt ber til.

Í løtuni virkar tað sum, at fólk eru bangin fyri, at tað fer at ganga út yvir landskassan, um tað almenna skal hjálpa meira enn tað longu hevur gjørt.

Tað fer tað, men hinvegin er einki at ivast í, at tað fer at ganga nógv meira út yvir landskassan, um myndugleikarnir ikki veita ta hjálp, sum er neyðug.

Og landskassin er væl førur fyri at hjálpa.

Føroyski búskapurin var sterkur, tá hetta byrjaði, og tí eigur politiska skipanin at stinga høvdini saman fyri at finna eina felags loysn, sum veruliga munar hjá tí partinum av vinnuni, sum frá einum degi til annan misti alt árið á gólvið.

Tað liggur eitt øgiliga stórt arbeiði aftanfyri tað, sum er bygt upp í ferðavinnuni. Tað hevði verið ómetaliga harmiligt, um hetta var slept fyri borð. Og kostnaðarmikið verður tað eisini, um alt skal byggjast uppaftur av nýggjum.

Tí eiga myndugleikarnir at taka tey stig, sum skulu takast.

Tí so kunnu øll koma í gongd aftur, so skjótt sum yvirhøvur tilber. Og tað má vera tað, sum er meiningin.

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður