Uttanlands

Fíggjartrot í Norwegian

Media Norwegian

Media Norwegian

2020-04-20 13:33 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Ávikanin av korona rakar av álvara flogfeløgini nú.

Stongdu landamørkini og avlýsingar hava tungar avleiðingar fyri flogfelagssamtakið Norwegian, sum nú snarar lykilinum fyri fýra av sínum dótturfeløgum.

Flogtænastufeløgini hjá Norwegian í Danmark og Svøríki eru við í avgerðini um trotabúðsviðgerð. Tey fýra feløgini eru Norwegian Pilot Services Denmark ApS, Norwegian Cabin Services Denmark ApS, Norwegian Air Resources Denmark LH ApS, Pilot Services Sweden AB.

Avgerðin ávirkar yvri 4000 fólk og í Danmark eru fleiri enn 600 fólk uppsøgd.

Hetta er tann størsta kreppan vit í flogvinnuni hava verið í og vit hava roynt alt vit kundu fyri at sleppa undan hesi avgerð, segði samtaksstjórin Jacob Schram á tíðindafundi fyrr í dag. Hann segði eisini, at samtakið hevði søkt um lánsveðhald eins og hini skandinavisku flogfeløgini, uttan úrslit og støðan er so strongd at neyðugt var við hesi avgerðini.

Norwegian er millum tey størstu lágprísafeløgunum í heiminum, við yvir 36 millónum ferðandi í 2019. Felagið hevur tó verið í fíggjarligum trupulleikum leingi og hesir eru bert versnaðir av koronakreppuni. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður