Kjak

Oddagrein: Tað snýr seg ikki bara um gomul og veik

2020-04-30 12:35 Author image
Sveinur Tróndarson

So nógv hevur politiska skipanin spaðað til við, tá tað snýr seg um teir hjálparpakkar, sum higartil eru samtyktir.

Tann fyrsti snúði seg um at lofta løntakarunum, og tað var tað nú rímiligt skil í, tí avleiðingarnar av korona-smittuni vóru ógvusligar fyri mong.

Men heldur enn at brúka landskassan, ið sum einki hevði verið førur fyri tí, til ta uppgávuna, valdi politiska skipanin – tí andstøðan tók undir við uppskotinum – at brúka pengarnar, sum arbeiðsmarknaðurin sjálvur hevði spart upp, til at bjarga løntakarunum.

Onnur tiltøk vóru eisini við, men samanlagt kostaði fyrsti hjálparpakkin ikki serliga nógv. Í øllum førum ikki, tá hugsað verður um, hvussu ógvusligar avleiðingarnar vóru í pørtum av vinnuni.

Annar hjálparpakki skuldi hjálpa smáu vinnufyritøkunum, men spurningurin er, hvussu munagóður hann í veruleikanum hevur verið. Sjálvandi skulu avmarkingar vera, tí tað snýr seg ikki um at geva øllum fyritøkum ella vinnurekandi ein blankokekk. Men hyggja vit serliga eftir ferðavinnuni, so er tað ikki ein sál, sum ivast í, um annar hjálparpakkin var nóg munagóður. Tí tað var hann ikki.

Tað, sum eftir okkara tykki serliga ger seg galdandi er, at tað slett ikki ber til at brúka vanliga høvuðrokning í hesum føri. Tað nyttar einki at siga, at fyritøkur eiga at vera førar fyri, at taka ein stoyt, tá hann kemur, annars eru tær ikki nóg væl riknar.

Tað nyttar einki, tí nógvar av fyritøkunum í ferðavinnuni eru so nýggjar, at tær heilt einfalt ikki hava havt møguleikan at vaksa seg nóg stórar. Tí eru tær ikki polstraðar til at taka ein so ógvusligan brotasjógv, sum hendan sum rakti beint nú.

Tað, sum myndugleikarnir eisini mugu hava í huga er, at henda korona-kreppan ikki bara snýr seg um at bjarga fólki – serliga gomlum og veikum – frá at doyggja av korona.

Tað snýr seg eisini um at bjarga fólki frá at missa tað, sum tey kanska hava brúkt alla orku, bæði menniskjaliga og fíggjarliga, til at byggja virksemi upp.

Fáa hesi fólkini ikki hjálp, kann tað fáa fatalar avleiðingar. Tað má ikki henda, tí tá hava vit kortini mist fólk til korona. Tey eru bara ikki gomul og veik.

ST

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður