Heimatíðindi

Tilbúgvingin er ov stór í vavi fyri tey smáu

savnsmynd

savnsmynd

2020-05-12 19:30 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tað eru enn fleiri kommunur, sum ikki hava latið tilbúgvingar ætlan inn til hoyringar hjá Fiskimálaráðnum. Hesar fingu allar áheitandi skriv frá Kommunala eftirlitinum um at lata Fiskimálaráðnum umbidnu tilbúgvingarætlanirnar í seinasta lagi 1. mai. Fiskimálaráðið hevur tó enn ikki fingið ætlanirnar frá øllum 19 tilbúgvingarøkjunum. 

Millum kommunurnar, sum fingu skriv frá Kommunala eftirlitinum var Fámjins kommuna og sum enn ikki hevur latið sína ætlan inn.

Orsøkin er, at arbeiði er ov stórt í vavi fyri eina so lítla bygd sum Fámjin, sigur borgarstjórin í kommununi, Jóanis Lisberg. Fámjin er ein lítil bygd. Í bygdini búgva 82 fólk og í bygdaráðnum eru tey einans trý. Tí er ikki nokk av arbeiðsorku í kommununi, at seta fólk av til at umsita tilbúgvingararbeiðið. 

Í staðin hevur kommunan valt at fara uppí felags kommunala samstarvið millum Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu, og skipa norðaru helvt av Suðuroynni undir einum. 

Hetta er eitt betur val, heldur borgarstórin og leggur afturat, at skipan er gjørd um, at bygdin framvegis fer at hava neyðugu tilbúgvingarútgerðina, sum økið hevur tørv á. 

Tað er Tvøroyrar kommuna sum umsitir tilbúgvingararbeiði og váðametingina, og arbeitt verður við at fáa tilbúgvingina klára.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður