Heimatíðindi

Innflutningurin øktur og útflutningurin minkaður

savnsmynd

savnsmynd

2020-05-13 11:30 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Hagtølini fyri innflutning av vørum er voksin 9 prosent í mars mánað, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Útflutningurin harafturímóti er lækkaður 14 prosent, mett við mars mánað í fjør. Tað vísa nýggjastu uppgerðirnar frá Hagstovuni.

Vøkstur er í flestu vørubólkunum. Stórsti vøksturin er í bólkunum Rávøra til fiskavirking og Til byggivirki á ávikavist 136 prosent og 36 prosent.

Prísurin á brennievni er fallin seinastu tíðina og tað sæst aftur í vørubólkunum Brennievni og maskinur og onnur útgerð.

Innflutningurin fyri tíðina 19. apríl 2019 til 20. mars 2020  var 8,5 milliardi, 700 milliónir meira enn ári fyri. Uttan skip og flogfør var vøksturin 279 milliónir ella 4 prosent.

[object Object]

[object Object]

Útflutningurin í mars mánað var haraftur í móti 14 prosent lægri enn undanfarna ár. Útflutningurin var 100 milliónir lægri.

Serliga útflutningurin til Kina minkaði nógv fyrsta ársfjórðing, samanborið við í fjør var útflutningurin til Kina 65 prosent minni. Orsøkin er, at korona tiltøkini í Kina vóru sett í verk áðrenn hini londini og tí merkjast tær avleiðingarnar fyrst.

Útflutningurin av fiskavørum er minkaður 50 milliónir og hetta svara til 8 prosent.

Bæði í innflutningi og útflutningi er rint at meta um støðuna, nú hetta er fyrsti mánaði har avleiðingarnar av korona farsóttinini gera um seg. Tí leggur Hagstovan dent á fyrivarni við at bert hyggja mánað fyri mánað. Væntandi gevur uppgerðin fyri apríl mánað eina betri fatan av veruligu støðuni.

[object Object]

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður