Heimatíðindi

Nú liggur Arctica á Drelnesi

Arctica liggur nú á Drelnesi Mynd: Gunnar Olsen

Arctica liggur nú á Drelnesi Mynd: Gunnar Olsen

2020-05-14 13:31 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Russiski trolarin, sum ikki slapp at liggja í Vestmanna havn liggur nú á Tvøroyri í samband við umskiping.

Trolarin lá til fyri kortum í Vestmanna, men varð burturvístur, tí vestmenningar ikki vildu hava hann liggjandi tí hann larmaði so illa. Bæði Klaksvíkar havn og Runavíkar havn høvdu frammanundan noktað illa larmandi skipinum at leggja at.

Í februar lá Arctica við bryggjuna á Drelnesi og nú liggur skipið aftur í samband við umskiping. Hetta letur til at ganga, tí enn hava hvørki Tvøroyrar kommuna ella Tvøroyrar havn fingið nakra klagu um larm frá skipinum.

Fjarstøðan millum Drelnes og bústaðinir kring Trongisvágsfjørð er lutfalsliga stórur, og metingin hjá Tvøroyrar kommunu er, at henda fjarstøðan viðførur, at tann møguligi larmur, verður doyvdur og er ikki serliga órógvandi, um enn hesin viðhvørt røkkur til býlingarnar.

- Tí er enn eingin ætlan um at gera kanningar um larm, sigur Tvøroyar havn.

Í viðmerking skrivar Tvøroyrar kommuna, at kommunan fylgir við støðuni, og um mett neyðugt, vera óljóðskanninga gjørdar.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður