Heimatíðindi

Risastór rokning á veg til Fiskimálaráðið

2020-05-15 07:50 Author image
Sveinur Tróndarson

- Vit eru um at vera liðug við útrokningarnar av kravinum, sum bæði er uppá krónur og tons, og tá tað seinasta er komið uppá pláss senda vit tað.

Tað sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, stjóri í pf. Northwest Pelagic, sum eigur Norðhavið, sum í løtuni er leigaður út til eitt afrikanskt felag.

Mikudagin kom fram, at reiðaríið Northwest Pelagic hevur keypt Jupiter frá Varðanum, og í samrøðu við Dimmalætting sigur reiðarin, at skipið skal fiska kvotuna, sum reiðaríið fer at fáa sum ein avleiðing av dóminum í Føroya rætti í fjør, tá Northwest Pelagic fekk viðhald í øllum sínum krøvum ímóti Fiskimálaráðnum.

Eitt av teimum krøvunum var, at Fiskimálaráðið hevur endurgjaldsskyldu fyri í 2016 ikki at hava endurnýggjað loyvini, sum Norðhavið fiskaði uppá, tí ráðið helt uppá, at skipið gekk iki undir treytirnar í grein 7, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað er tann greinin, sum talar um ræðisrættindini yvir skipinum.

Ráðið helt uppá, at tað var hollendski partaeigarin, Jaczon Trawler, sum hevði veruliga ræðið í felagnum, hóast ognarluturin var innanfyri lógarinnar mark, tí felagið hevði veð í skipinum, sum var langt omanfyri skipavirðið.

Men úrskurðin hjá Føroya rætti segði púra greitt, at Jaczon Trawler í so máta bara var at rokna sum ein vanligur kreditorur, og m.a. av teirri orsøk var Fiskimálaráðið dømt at tapa.

Rokningin verður stór

Úrskurðin hjá rættinum var eisini øgiliga greiður, tá tað snúði seg um endurgjald, tí í dóminum stendur at lesa, at av tí, at felagið leyk treytirnar, ikki bara í lógini um vinnuligan fiskiskap, men eisini í lógini um sjófeingi, so átti Fiskimálaráðið í 2016 at havt endurnýggjað loyvini hjá reiðarínum.

Og tá tað ikki hendi, hevur reiðaríið krav uppá endurgjald.

Tað er hetta endurgjald, sum reiðarin og hansara fólk nú eru um at vera komin undir land við, og hóast hann ikki vil seta neyvt krónutal á, so letur hann skilja ímillum linjurnar, at talan verður um eitt stórt endurgjald. Sum umfatar bæði krónur og tons.

- Hesar seinastu mánaðirnar hava vit gjørt tær útrokningar, sum skulu gerast fyri, at vit kunnu seta eitt so rætt krav fram, sum tilber, og vit rokna við at vera komin á mál við tí ein av fyrstu døgunum, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, stjóri og reiðari.

Men hví bæði krónur og tons?

- Tað er tað ein sera einføld orsøk til. Við tað, at vit ikki fingu endurnýggja loyvini, mistu vit ikki bara inntøkur frá fiskiskapinum; vit mistu eisini møguleikan at bjóða á uppboðssølunum, og tað vilja vit eisini hava endurgjald fyri, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Táttar í 100 milliónir krónur

Av tí, at rokningin frá Northwest Pelagic verður skúvað saman við beinleiðis endurgjaldskravi í krónum og oyrum, og við einum innbygdum kravi um eyka kvotu, so ber ikki beinleiðis til at siga, hvussu stórt samlaða endurgjaldið verður.

Tað ber tó til at “skjóta” seg fram til eitt tal, sum nærkast tí samlaða, og har fer 100 milliónir krónur at vera eitt gott boð.

Grundin fyri hesum skoti er tað, sum Alex Vilhelm í februar ár tosaði við Kringvarpið um, tá hann skuldi seta virðið á slíkar kvotur, sum hann hevði latið øðrum at fiska.

Tá tosaði hann út frá 1.900 tonsum og einari varisligari meting uppá sjey krónur fyri kilo, og hetta gav eitt virðið uppá 13 milliónir krónur. Men kvotan hjá Northwest Pelagic var fleiri ferðir størri enn tað, og tí verður tað endurgjaldi eisini fleiri ferðir størri enn 13 milliónir krónur. Tað kann sum einki koma uppá 70-80 milliónir krónur.

Hartil skal so leggjast virðið av tí kvotuni, sum felagið heldur seg hava mist.

- Eg vil í løtuni ikki alment út við talinum, tí fyri tað fyrsta havi eg ikki almenna talið, og fyri tað næsta vil eg hava, at Fiskimálaráðið fyrst skal fáa tað, áðrenn tað verður alment, sigur reiðarin.

Keypt Jupiter fyri slakar 40 mió.

Mikudagin kom annars fram, at Northwest Pelagic hevur keypt Jupiter frá pf. Varðanum í Gøtu.

Skipið, sum hevur staðið til sølu fyri 40 milliónir krónur í longri tíð, skiftir nú heimstað til Kollafjørð, og skal fiska kvotuna hjá reiðarínum.

- Vit hava keypt skipið fyri eitt sindur minni enn 40 milliónir krónur, váttar reiðarin.

Jupiter, sum varðveitir navnið, skiftir eigara um hetta vikuskifti og fer beint til fiskiskap. Við somu manning, sum hevur verið umborð.

- Tað gera vit fyri at fáa fulla nyttu úr teimum fáum døgunum, sum eru eftir av hesi vertíðini. Skuldu vit sett nýggja manning umborð, hevði hon ikki kent skipið, og so høvdu vit mist tíð og pengar. Tað vilja vit sleppa undan, og tí hava vit gjørt avtalu við pf. Varðan um, at manningin heldur fram næsta mánaðin og fer so yviraftur til Varðan, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður