Kjak

Oddagrein: Ódámligt og dupultmoralskt

2020-05-22 09:38 Author image
Sveinur Tróndarson

Hvussu kann landsstýrismaðurin við fíggarmálum krevja, at fakfeløg og løntakarar, sum júst hava tikið teir størstu brotasjógvarnar í fyrstu bylgju av koronatiltøkunum, skulu vísa enn meira samfelagssinni við at geva avkall uppá eina undirskrivaða lønarsemju, tá landsstýrismaðurin við fíggjarmálum og samgongan gera tað øvuta, og forera nøkrum fáum reiðarum rættindi fyri nógvar hundrað milliónir?

Tann spurningurin stingur seg upp, nú løgtingið hevur fingið uppskotið frá samgonguni til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum til viðgerar.

Uppskotið, sum fekk fyrstu viðgerð í tinginum síðsta fríggjadag, leggur upp til, at tey, sum hava fingið hesi veiðirættindi forerandi, og sum í fleiri ár hava kunnað drivið fiskivinnu og á tann hátt ríkað seg upp, kunnu selja veiðirættindini víðari og stinga tveir triðingar av pengunum í lumman.

Hetta svarar í grundini til, at onkur leigar seg inn í Albert Hall, sum landsstýrið eigur, og tá man er liðugur á leiga, selur viðkomandi bygningin, og stingur pengarnar frá søluni í lumman.

Ella, at tú, tá tú leigar ein bil frá onkrum tilvildarligum felag, heldur enn at lata eigaranum bilin aftur, velur at selja hann víðari til triðjamann – og stingur pengarnar í lumman.

Higartil hevur tað verið so, at tú hevur kunnað selt tað uttan at gjalda nakað til tann, sum gav tær rættindini, annað enn skatt og møguliga vinningsbýtisskatt, men tað gera øll onnur eisini. Og tey gera tað av tí, sum tey hava keypt seg til. Tey, sum hava fingið rættindini forerandi, hava av tí sama ikki goldið eina krónu fyri rættindini.

Tað hevði ongantíð í verðini komið upp á tal, at landsstýrið ella bilútleigari høvdu góðtikið, at tú seldi ognirnar, og uttan iva hevði tú verið meldaður og stevndur fyri rættin fyri, at selja annan mans ogn.

Men tá talan er um fiskirættindi, so virkar tað sum at alt ber til. Og tað er fullkomiliga líkamikið, um felagskassin er fullur ella skralltómur. Gávumildni er markleyst.

Í okkara hugaheimi er tað í fínasta lagi, at fólk ríka seg upp. Men lat okkum gera eina rættvísa – ella meira rættvísa – skipan, so eisini felagskassin fær tað, sum hann eigur at fáa, til gagns fyri allar borgarar í landinum.

Her á landi er fiskivinnupolitikkur javnstillaður við religión. Antin er tú við reiðaríunum ella ert tú ímóti teimum. So svart-hvítur er veruleikin tó ikki. Og ístaðin áttu vit øll heldur verið við samfelagnum, sum vit øll eru partur av.

Tað var nokk tað, sum fíggjarmálaráðharrin royndi at fáa fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum at gera, tá hann bað tey vísa samfelagssinni. Samstundis sum hann sjálvur gav øðrum stórar gávur úr sama kassa.

Tað er bæði ódámligt og dupultmoralskt!

ST

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður