Heimatíðindi

Pensjónsskipanin: LÍV javnsetur kynini

(mynd: kvf.fo)

(mynd: kvf.fo)

2020-06-03 14:39 Author image
Bryndis Hjartardóttir

 Nógv hevur verið umrøtt um, kvinnur fáa minni útgoldið sum lívrentu av pensjónini, enn menn, og fyri stuttum var greitt, at ein javnsetan av kynunum heldur ikki fór at gerast lógarfest krav. 

Nú hevur LÍV tikið avgerð um fara undir eina tilgongd, sum skal javseta menn og kvinnur í øllum veitingum og tryggingum, sum felagið bjóðar. Tilgongdin er farin fram í samstarvi og semju við eigarar og samstarvspartnarar.  

Hetta kemur at krevja nakrar broytingar í skipanunum hjá felaginum og stjórin, Jan Jakobsen, vónar at fyrireikandi arbeiðið verður liðugt í fyrru helvt av 2021.

Verandi skipan er soleiðis, at av seinna parturinum av pensjónini, sum øll fáa útgoldið sum lívrentu til tey doyggja, fáa kvinnur minni útgoldið enn menn. Orsøkin er, at kvinnur væntast at liva longri. 

Avgerðin hjá LÍV hevur nú millum annað við sær, at lívrenturnar verða roknaðar eftir somu fortreytum fyri kvinnur og menn. 

Nýggja pensjónslóggávan, sum ásetir krøv um lívrentu, hevur ikki nógv ár á baki, tískil verða tær lívrentur, sum komandi tíðina verða útgoldnar, ikki ávirkaðar av hesi avgerð, tí verandi lóggáva hevur eitt minstamark fyri nær lívrentur eru eitt krav.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður