Mentan

Aqua í góðum formi komin til landið

(Mynd: Lokalavisen Skanderborg)

(Mynd: Lokalavisen Skanderborg)

2018-08-09 15:44 Author image
Ingi Samuelsen

Talan er um eitt popporkestur í góðum formi, sum fer at spæla á Vágsbøi í kvøld til ta fyrstu av teimum heilt stóru konsertunum á Summarfestivalinum í ár.

Aqua komu til landið um middagsleitið, so at siga beinleiðis úr Skanderborg, har tey vóru við til at skjóta vælumtókta Skandeborg Festivalin, eisini kallaður Smukfest, í gongd seinnapartin í gjár.

Sambært ummælunum í donsku bløðunum, hevði Aqua eitt gott og orkumikið show. Danska blaðið B.T. ger nógv burturúr, at frontfigurarnir í orkestrinum, Lene Nystrøm og René Dif, nýttu góða stemningin við at gera ’stagedive’ – tað er tá tey blaka seg út yvir upprættu armarnar hjá áhoyrarunum.

Kvinnuligi frontfigururin kom, sambært B.T. væl frá hesum, og hon var elegant førd niðan aftur á pallin av áhoyrarunum.

So lætt gekk ikki hjá tí meira bulmikla René Dif. Áhoyrararnir megnaðu, sum skilst, ikki at føra hann upp aftur á pallin eftir at hann kanska hevði blakað seg heldur langt út, sum eisini framgongur á hesum lítla filmskutinum av Instagram:

instagram video

Hitt stóra danska fyrrapartsblaðið, Ekstra Bladet, gevur Aqua tríggjar av seks stjørnum fyri upptraðkanina í gjár.

Tað er tann altíð sera atfinningarsami Thomas Treo, sum ummælir, og hóast hann, sær sjálvum so líkt, ikki er mildur í orðavalinum, og hallar showið fyri ’perverst’ og ’kiksað’ so tykist hann kortini vera hugtikin av framførsluni.

’Forbavsende flot underholdning’, skrivar hann konsertina og undrar seg yvir, at ein 50 ára gamal maður og ein 44 ára gomul kvinna framvegis koma sær at nísta og njóra sum Barbie-dukkur, tekniseriufigurar og sleikisneisir. Tað er her, at tað gerst perverst, heldur Thomas Treo.

Ekstrablaðið endurgevur eisini sett-listan fyri konsertina í gjárkvøldið, og skulu vit ikki rokna við, at framførslan á Vágsbøi í kvøld klokkan 22 verður nøkulunda tann sama?:

  1. Around the World
    2.Happy Boys & Girls
    3. My Oh My
    4. Playmate to Jesus
    5. Barbie Girl
    6. My Mamma Said
    7. Doctor Jones
    8. Rookie
    9. Turn Back Time
    10. Cartoon Heroes
    11. Back to the 80's
    12. Lollipop (Candyman)
    13. Roses Are Red

Les eisini: Broyttu tekstin tá Michael Jackson doyði

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður