Heimatíðindi

90’ara party á Vágsbøi

90’ara party á Vágsbøi

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-10 09:23 Author image
Ingi Samuelsen

Danski bólkurin Aqua hevur ikki rættiliga havt nakað hitt síðan tey góvust á fyrsta sinni um aldarmótið. Treyðugt so, okkurt hevur verið, men tað er kortini at undrast yvir, at tey í so góðan mun megnaðu at fáa allan Vágsbø við, ja, næstan alla Klaksvíkina, tá tey løgdu upp til 90’ara party á Vágsbøi í gjárkvøldið.

Peppaði nítiára-teknotónleikurin hóskaði onkusvegna væl til fyrsta summarfestivalkvøldið, og tað vísti seg, at flest øll av teimum, sum stóðu fremst dugdu at syngja við til Barbie Girl, Dr. Jones, All Around the World og hvat Aqua-sangirnir frá teimum seinastu árunum av farnu øldini nú einaferð eita.

René Dif og Lene Nystrøm, serliga René Dif, høvdu gott tak á áhoyrarunum, og fingu enntá lokkað eitt lið av ungdómi við upp á stóra pallin at dansa, tá einasta veruliga hittið frá tíðini eftir at bólkurin upprunaliga gavst, kom á skránna.

”Back to the 80’s” gjørdist festliga hæddarpunktið á væl trimmaðu og væl eydnaðu konsertini á tí imponerandi stóra pallinum við ljóði og ljósi, sum ikki man standa aftan fyri nakran annan pall, sum Aqua hevur staðið á í summar.

Tónleikaliga hæddarpunktið var kortini balladan ”Playmate for Jesus”, eitt av nýggjaru løgunum hjá bólkinum, sum prógvar, at Aqua kann annað enn at framføra fjasutan bubligumpopp, ið er stirnaður í nítiárunum, men kann føra verkætlanina inn í nú-og framtíðina við viðkomandi sangum, sum ikki nýtast at verða framførdur í innbillingini av at vera partur av eini tekniseriusøgu.

Aqua var ein frísk byrjan upp á Summarfestivalin. Eftir Aqua slapp eitt annað, til høvið samansettu nítiáraorkestur, JoKa, við Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvu, upp á stóra pallin at royna seg. Tey fingu fjøldina, sum nú var rættiliga avmarkað í mun til undanfarnu konsertina, til at syngja við upp á Torvatrøllið, men JoKa fekk ongantíð Vágsbø at danda á sama hátt, sum Aqua megnaði

Summarfestivalurin heldur fram í dag, tá stóra høvuðsnavnið er blaðunga svenska stjørnuskotið Zara Larsson, sum fer á pallin klokkan 21.

Les eisini og sí fleiri myndir: Barbie Girl vakti Vágsbø 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður