Heimatíðindi

Enn ivasamt hvussu Biskupstorg skal fíggjast

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-29 13:24 Author image
Regin Winther Poulsen

- Íbúðarparturin av verkætlanini er um at verða liðugur. Tað sum manglar tá, er økið uttanfyri og sjóðhitastøðin, greiðir Andras Róin, stjóri í Bústøðum, frá. Bústaðir stendur fyri íbúðarpartinum av byggiverkætlanini Biskopstorg, meðan Klaksvíkar kommuna stendur fyri veghæddini, sum skal brúkast til handilsvirksemi. 

Eins og Dimmalætting skrivaði 15. juni, fella 25 milliónir til gjaldingar hjá Klaksvíkar kommunu, tá verkætlanin er liðug. Kommunan hevði arbeitt við, at Miðbýarfelagið skuldi koma inn sum eigari av veghæddini og síðan leiga út, men tað bar ikki á mál, tí miðbýarfelagið ikki hevði ráð at gjalda fyri verkætlanina. 

Les eisini: Skjótt skal Klaksvíkar kommuna leggja 25 milliónir á borðið 

Tað er sjálvsognarstovnurin "Undir Kráarbrekku", sum eigur verkætlanina og sum Bústaðir og Klaksvíkar kommuna saman hava fíggjað. Sambært Andrasi Róin, var avtalan, at kommunan skuldi keypa verkætlanina á veghæddini úr stovninum, tá ætlanin var liðug. Men tað tykist ikki vera ætlanin hjá kommununi longur.

Tummas T. Eliasen, kommunustjóri, sigur, at sjálvsognarstovnurin, skal taka eitt lán á 25 milliónir. Kommunan kemur at hefta fyri láni, tí Bústaðir bara tekur sær av partinum, sum hevur við íbúðir at gera. Andras Róin veit tó onki um, at sjálvsognarstovnurin skal taka hettar lánið. 

- Eg veit at samráðingar hava verið við peningastovnar um verkætlanina. Men vit hava ikki verið við, tí vit ikki vilja blanda okkum í partin hjá kommununi, sigur hann. Hann veit onki um nakra avtalu um, at sjálvsognarstovnurin tekur lán fyri at fíggja veghæddina. 

- Eg veit ikki hvørja loysn man velur, men tað er greitt at kommunan skal gjalda fyri veghæddina, sigur hann at enda. 

Hevur onki at gera við virksemið hjá kommuni 
- Byggiverkætlanin er ikki ein partur av virkseminum hjá kommununi. Tað er sjálvsognarstovnurin, sum eigur verkætlanina, greiðir Tummas T. Eliasen frá. Hann sigur, at tað er rætt skilt, at kommunan heftir fyri tær 25 milliónirnar, sum veghæddin í verkætlanini kostar, men hann sigur, at kommunan ætlar ikki at taka lán fyri at gjalda arbeiðið. 

- Sjálvsognarstovnurin kemur at taka eitt lán á 25 milliónir, greiðir hann frá. Hann staðfestir tó, at Bústaðir ikki skal gjalda fyri lánið, men at tað verður afturgoldið við leigumálum til handilsvirksemi í veghæddini, sum er blivin frámatrikkulerað hinum partinum av verkætlanini. 

Tá Dimmalætting skrivaði um málið í juni mánaði, var ein partur av greinini, at gjaldførið hjá kommununi er undir trýsti orsaka av eini trætu við Fíggjarmálaráðið á eldraøkinum. Fíggjarmálaráðið hevði tá afturhildið 55 milliónum til kommununa, tí ósemja var um, hvar ein skuld innan økið skuldi gjaldast. Tummas T. Eliasen sigur, at borgarstjórin er tann einasti, sum úttalar seg um trætuna við Fíggjarmálaráðið. Hettar er eisini svarið, sum Dimmalætting hevur fingið, tá vit hava spurt aðrar býráðspolitkkarar í kommuni. Vit hava roynt at fingið fatur á borgarstjóranum, men tað hevur ikki eydnast. 

Tummas T. Eliasen váttar tó, at gjaldførið hjá kommuni er trýst, tí at pengarnar frá Fíggjarmálaráðnum mangla í fíggjarætlanini. Men hann sigur, at hettar onki beinleiðis samband hevur við byggiverkætlanina. 

- Sjálvsognarstovnurin eigur verkætlanina og tí hevur hon onki við virksemi hjá kommununi at gera, staðfestir hann. 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður