Heimatíðindi

Oddagrein: Skjóta okkum sjálvi í fótin

Oddagrein: Skjóta okkum sjálvi í fótin
2018-09-14 09:55 Author image
Georg L. Petersen

Í vikuni var stórt springaradráp í Streymnesi. Sum vanligt varð sagt frá, at drápið gekk væl og skjótt fyri seg, og tey flestu fegnaðust um at fáa ein góðan bita av springaratvøsti. Men samstundis fóru myndir av drápinum víða um, og endaðu eisini á nøkrum av teimum størstu netmiðlunum kring heimin. Á sandinum stóðu fólk, sum eru ímóti øllum grinda- og springaradrápum og tóku upp myndir, sum vórðu sendar beinleiðis umvegis internetið.

Tað er lítið at taka seg aftur í, at myndir av springaradrápum hava stóra ávirkan á fólk úti í heimi. Hetta er ein fultkomuliga ókend verð fyri tey, og tað einasta tey kenna aftur er fittu delfinina, sum hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá teimum flestu. Sjálvandi ógvast tey við og halda hetta vera fultkomuliga av leið.

Vit hava annars í áravís stríðst at verja okkara rætt at drepa grind. Argumentini tróta ikki. Vit hava hagtøl fleiri hundrað ár aftur, drápið er væl skipað og gransking hevur víst, at stovnurin ikki er hóttur. Harumframt vekir grindahvalurin ikki somu kenslur hjá útlendingum, sum ein springari. Átøkini hjá umhvørvisfelagsskapum hava av somu orsøk ikki havt stórvegis ávirkan úti í heimi, og munnu sigast at vera fultkomuliga miseydnað. Grindadrápið tykist als ikki at vera í vanda á nakran hátt, millum annað grundað í skilagóðum tiltøkum.

Við einum so stórum springaradrápi sum hesum seinasta, ið eisini hevur fingið ógvusliga umrøðu uttanlands, er vandi fyri at alt arbeiði at verja grindadráp verður sett í vanda. Eitt er, at talan er um springarar/delfinir og fyri tað næsta hava vit als ikki somu hagtøl og gransking, sum kann grundgeva fyri, at stovnurin er væl fyri og veiðan burðardygg. Tað er eisini ein spurningur, um kravið um mønustingara varð fylgt út í odd og egg, sum tað verður í einum grindadrápi – og tað er óheppið.

Vit kunnu yvir fyri hvørjum øðrum semjast um, at springaradráp er í lagi, men spurningurin er, um vit ikki tapa meira fyri minni, um vit halda fram. Tað hevði verið ein vanlukka, um trýstið úti úr heimi gjørdist so stórt av hesum eina springaradrápi, at grindadrápið varð sett í vanda. Tað loysir seg ikki altíð at vera treiskur og bara halda upp á sítt, tí tað kann gerast ein óneyðuga dýrur umgangur.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður