Heimatíðindi

Nógv hýsa og lítið av toski á Føroyabanka

Toskurin, sum Magnus Heinason fær á bankanum, verður seldur til matstovur í Havn. Á myndini sæst kokkurin á Barbaru, Kári Kristiansen, saman við royndu flakaskerarunum úr Leirvík, Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg (Mynd: Johan Mortensen)

Toskurin, sum Magnus Heinason fær á bankanum, verður seldur til matstovur í Havn. Á myndini sæst kokkurin á Barbaru, Kári Kristiansen, saman við royndu flakaskerarunum úr Leirvík, Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg (Mynd: Johan Mortensen)

2018-09-13 13:03 Author image
Ingi Samuelsen

Týsdagin kom havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur av yvirlitstrolina á Føroyabanka, sum annars er stongdur fyri fiskiskapi.

Fyribils úrslitið sigur, at tað framvegis er lítið av toski at fáa á Bankanum. Magnus gjørdi 29 trolhál, og tað bleiv einans til 430 kilo av toski, sum verður seldur til matstovurnar í Havn.

Toskurin var eisini minni, enn hann hevur verið seinastu árini.

- Vanliga fæst bert toskur, sum er yvir 80 sentimetrar langur, men í ár var ein partur av toskinum millum 60 og 75 sentimetrar langur. Hesin fiskur, sum møguliga er frá 2014-2016-árgangunum, kann møguliga fáa nøgdina av toski (í vekt) at økjast nakað komandi árini, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Hinvegin var nógv til av hýsu. Av samlaðu veiðuni, sum var næstan 40 tons, vóru 34,5 tons hýsa.

- Tað var nógv til av hýsu, líka nógv sum metárið 2002 og var hetta hýsa í øllum støddum, staðfestir Havstovan.

Túrfrágreiðingin sæst her

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður