Heimatíðindi

Menningarkvoturnar eru nú endaliga avgreiddar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-09-14 12:02 Author image
Ingi Samuelsen

Tey feløg, sum um miðjan august fingu tillutað menningarkvotur frá Fiskimálaráðnum, kunnu nú fegnast um at fáa eina hækking í tillutaðu kvotunum upp á umleið 10 prosent.

Norðlýsið veit í dag at siga, at tann eini umsøkjarin, sum óvissa var um, ikki fær nakra menningarkvotu, og tað merkir, at teir tillutaðu umsøkjararnir fáa í samsvari við upprunaliga tilmælið frá metingarnevndini.

Tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, á tíðindafundi 14. august boðaði frá hvør hevði fingið menningarkvoturnar, upplýsti hann eisini, at fyrisitingin í Fiskimálaráðnum hevði tikið umleið 10 prosent av í mun til tilmælið orsaka av, at tað var ein umsókn, sum ikki var liðugt viðgjørd.

Talan var um ein borgara, sum hevði krav upp á hoyring. Fyri at hetta mál ikki skuldi ganga út yvir hinar umsøkjarnar, og serliga teir, ið fingu kvotur tillutaðar, avgjørdi umsitingin í Fiskimálaráðnum at taka umleið 10 prosent burturav.

Norðlýsið veit nú at siga, at viðkomandi umsøkjari ikki hevur fingið viðhald, og tí verður tað afturhildna nú býtt til teir upprunaligu móttakararnar av menningarkvotum.

Dimma.fo skilir, at orsøkin til at tann eini umsøkjarin hevði krav upp á hoyring var, at umsitingin í Fiskimálaráðnum ella metingarnevndin var farin undir eina tilgongd at kanna viðurskifti hjá umsøkjaranum nærri, uttan at umsøkjarin var kunnaður um hetta. Hesum er ikki heimild fyri, og fyri at binda um heilan fingur, valdi Fiskimálaráðið at kunna viðkomandi umsøkjara um hetta. Umsøkjarin hevði ikki sjálvur kært, skilir dimma.fo.

Norðlýsið veit at siga, at talan var um ein umsøkjara við heimstaði í Vágs kommunu.

Tað er ikki enn eydnast at fáa tíðindini váttaði úr Fiskimálaráðnum um, at málið um menningarkvoturnar fyri 2018 nú er endaliga avgreitt.

Les eisini: Hesi fingu menningarkvoturnar

Les eisini: Størsti parturin fór til Vestmanna og Vágar

Les eisini: Í heyst verður aftur møguleiki at søkja menningarkvotur

Les eisini: Soleiðis ljóða grundgevingarnar fyri menningarkvotum

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður