Heimatíðindi

Kavaranæmingur fann silvurkalik á havsins botni

2018-09-14 22:04 Author image
Ingi Samuelsen

Forkvinnan í Fuglafjarðar Prestagjaldi, Poulina Abrahamsen, fekk eina heldur sjáldsama uppringing í kvøld.

Uppringingin kom frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Tey spurdu um hon saknaði ein silvurkalik. Tað ger hon ikki. Kortini fær hon í morgin handað kalikin, tí tað stendur graverað í kalikin, at hann hoyrir til 'Fuglefjord Præstegæld'. Tað stendur eisini á kalikinum, at hann er frá 1957.

Tað var heilt av tilvild, at kalikurin kom upp í dagsins ljós í kvøld. Í sambandi við eina vinnukavaraútbúgving vóru nakrir mans og kavaðu í kvøld.

Knappliga kemur ein av næmingunum, Bjarni Hentze, upp við einum skínandi kaliki, sum hann var komin fram á á havsins botni.

Sambært Janusi Joensen, leiðari fyri Faroe Dive, so hava tey onga hóming av hvussu leingi gripurin kann hava ligið á havsins botni, og hví hann var at finna har. Ein sannroynd er tað so, at kalikurin var rættiliga skínandi, tá hann kom upp.

Í morgin fara tey so til Fuglafjarðar at handa kalikin til forkvinnuna í kirkjuráðnum.

Men í Fuglafirði er ongin kalikur saknaður, so leingi nakar av teimum, sum í dag eru virkin í Fuglafjarðar kirkju, vita um. Tí verður hildið, at kalikurin møguliga hoyrir til onkra aðra av kirkjunum í oynni, sum hoyra undir ella hava hoyrt undir Fuglafjarðar Prestagjald.

Tað loyndarmálið verður helst uppklárað ein av komandi døgunum.


(Mynd: Faroe Dive)


(Mynd: Faroe Dive)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður