Heimatíðindi

Koks leingir ein mánaða frammi við Gjónna

Dómarar frá The nordic Prize á vitjan á Koks (Savnsmynd: Ole Haupt)

Dómarar frá The nordic Prize á vitjan á Koks (Savnsmynd: Ole Haupt)

2018-09-22 11:59 Author image
Ingi Samuelsen

Michelin-skrýdda Koks matstovan frammi við Gjónna hevur rættiliga verið frammi í altjóða miðlum í seinastuni.

Talan er um virdar miðlar, sum, ikki bara hálova kokkakynstrinum, sum er at uppliva í gomlu bóndahúsunum langt burtur frá alfarvegi undir Stórugjógv í dalinum við Leynarvatn. Men eisini sjálv staðsetingin av matstovuni verður hálovað.

Eitt nú av netsíðuni The Space, sum hevur Koks á einum lista yvir “9 of the world’s most extreme restaurants”. Tað er ikki hissini støð, sum føroyska matstovan verður sammett við.

Óiva eru tey nógv, sum hava ætlað sær at vitja matstovuna, men sum ikki hava fingið pláss, tí at øll borð hava verið útseld. Nú er ein møguleiki afturat at royna at finna pláss.

Leiðslan fyri Koks hevur gjørt av at leingja vertíðina við einum mánaði. Upprunaliga var ætlanin at lata aftur fyri veturin 1. november, men nú er avgjørt at taka november mánaða við.

Hetta er, sum skilst, eisini seinasti møguleiki at uppliva Koks frammi við Gjónna. Leiguavtalan av húsunum við Betri samtakið var bert galdandi hetta eina árið. Hvar Koks kemur at húsast í framtíðini er enn óvist fyri almenninginum.

Tað eru, sum sagt, eisini aðrir nógv lisnir almennir miðlar, sum hava havt Koks á breddanum hesa seinastu tíðina. Vit tosa um virdar miðlar sum CNN, Time og National Geografic. Sí greinarnar á leinkjunum herundir.

National Geograpich Traveller: Where to eat in the Faroe Islands 

Time: Greatest Places 2018 

CNN: The most remote fine dining experience in the world? 

Les eisini: Koks besta matstova í Norðurlondum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður