Kjak

Oddagrein: Eitt undangonguland

Oddagrein: Eitt undangonguland

Tastatur

2018-10-12 09:05 Author image
Georg L. Petersen

Danmark hevur kunngjørt sín orkupolitikk, og eitt av málunum er at banna sølu av bensin- og dieselbilum í 2030, umframt at hópin av øðrum átøkum verða sett í verk. Hetta við bilunum hevur sjálvsagt fingið nógva umrøðu, og í Føroyum metti ein bilasølumaður í Degi og Viku, at hetta eisini kom at raka Føroyar í 2030, tí bilasølurnar eru knýttar at danska marknaðinum.

Føroyar eru uttan iva við í fremstu røð, tá tað snýr seg um orkupolitikk. SEV hevur lagt hart út við fleiri ætlanum um at byggja grøna orkukervið út, og privatir standa eisini klárir at gera líknandi íløgur. Tíverri ganga aktørarnir ikki í takt, og nógv er merkt av klandri og ónøgd, men málið tykist hóast alt greitt. At SEV samstundis byggir oljuverkið út á Sundi hevur eisini elvt til ónøgd, hóast tey flestu munnu skilja boðskapin hjá SEV um veitingartrygd, um tann grøna orkukeldan svíkir eitt tíðarskeið. Vit kunnu ikki sum londini kring okkum knýta okkum í onnur net um illa veit við, og tí er íløgan hjá SEV í fossila orku væl skiljandi, hóast hon ljóðar øvugt.

Vit eiga eisini at ganga undan í grøna politikkinum og vísa øðrum, at vit eru við og hava ein grønan profil, samstundis sum vit veita trygd fyri, at framleiðslan altíð er støðug. Okkara televeitarar hava víst okkum vegin, og neyvan man nakað annað fjarskotið land hava so væl útbygt undirstøðukervi og teletænastur sum Føroyar. Hetta er millum annað eydnast við at samstarva við feløg, sum vilja brúka okkum sum royndarøki. Atlantsflog hevur eisini tikið júst henda leist til sín, og spurningurin er, um vit ikki á enn fleiri økjum skulu bjóða okkum fram sum royndarøki. Hava vit eitt væl útbúgvið fólk, sum megnar at geva rætta mótspælið, er heldur eingin vandi fyri at vit bara verða ein køstur fyri fyritøkur, sum royndarkoyra nakað vandamikið á okkara øki – og hetta væl útbúna lið av fólki eiga vit tíbetur.

Vandi er sjálvsagt í hvørji vælferð, og tí er gott við grasrótarørslum, ið vilja standa sum eitt upplýsandi bulvirki, um til dømis náttúran stendur fyri at lúta fyri tøkniliga framburðinum – eisini har skulu vit vera best, tí samanrenningin av egnari vitan, royndarøkjum og grasrótarørslum skapar úrslit, sum onnur kunnu fáa nyttu av.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður