Innanlands

Høgni Hoydal: Íløgur í skip og framleiðslu fara at síggjast skjótt

Sleppur fiskivinnuskipanin at virka, fer hon at økja um virðið á okkara fiski og vørum í risastóran mun, sigur landsstýrismaðurin

(Mynd: Súsanna Smith Johansen / Vinnulívið)

(Mynd: Súsanna Smith Johansen / Vinnulívið)

2018-11-07 19:02 Author image
Sverri Egholm

Høgni Hoydal er ikki samdur við teimum røddunum, sum vilja vera við, at nýggja fiskivinnuskipanin forðar fyri, at skip vera bygd. Tað sigur landsstýrismaðurin við blaðið “Vinnulívið”, sum er komið á gøtuna.

- Eg eri sannførdur um, at nýggja skipanini, um hon sleppur at virka, fer at økja um virðið á okkara fiski og vørum í risastóran mun. Eisini fara íløgur í skip og framleiðslu at síggjast skjótt.

- Men beint nú royna sterkar kreftir í vinnuni, útlendsk peningaáhugamál og serliga politiskt í Fólkaflokkinum at basa øllum í føðingini, tí tey ynskja at privatisera ognarrættin til tilfeingið, sigur Høgni Hoydal.

Í samrøðuni við Vinnulívið sigur Høgni Hoydal eisini, at hann menningarkvoturnar eru eitt býtisbarn, sum eingin ordiliga vil eiga, og har er neyðugt við tillagingum.