Innanlands

Tróndur í Gøtu landar 1900 tons á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjár, har teir skulu landa

Savnsmynd (Mynd: Reidar Simonsen)

Savnsmynd (Mynd: Reidar Simonsen)

2018-11-08 12:18 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjár við 1900 tonsum av góðari sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Tróndur í Gøtu hevur roynt í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at støddin liggur um 400 gramm í miðal.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu. 

placeholder
placeholder