Innanlands

Føroyska alivinnan sama útlát sum Keypmannahavn

Eini aliringur framleiðir meira skarn enn 5.000 fólk, og ein alieind framleiðir meira skarn enn allir íbúgvar í Føroyum tilsamans

Skíggjamynd (Mynd: KVF)

Skíggjamynd (Mynd: KVF)

2018-11-09 12:55 Author image
Sverri Egholm

Alivinnan hevur stóra ávirkan á umhvørvið í firðinum kring landið. Tað kom fram í sendingini "Undir laksin", sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Hvørt samdøgur koma fimm tons av lívrunnum avfalli undan einum vanligum alibrúki við 5000 tonsum av fullvaksnum laksi.

Eini aliringur framleiðir meira skarn enn 5.000 fólk, og ein alieind framleiðir meira skarn enn allir íbúgvar í Føroyum tilsamans.

Øll føroysk laksaframleiðsla hevur umleið sama útlát sum ein milliónbýur á stødd við Keypmannahavn, varð sagt í sendingini.

Hetta hevur stóra ávirkan á botnin, og djórini, sum liva har.

Sendingin sæst her

 

placeholder
placeholder