Innanlands

Myndir: Heimsins størsta fiskiskip á Kollafirði

144 metrar langa og 24 metrar breiða Annelies Ilena kom á Kollafjørð í morgun

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-03 13:55 Author image
Sverri Egholm

144 metrar langa Annelies Ilena kom í morgun á Kollafjørð. Við sær høvdu teir umleið 4000 tons av fyrstum svartkjafti, sum teir landa til frystigoymsluna.

Talan er um heimsins størsta fiskiskip, og tað er felagið Parlevliet & Van der Plas groups, sum eigur Annelies Ilena. Hetta er sama reiðarí, sum eigur Næraberg.

Myndamaðurin Jens Kristian Vang tók nakrar myndir av skipinum í Kollafirði fyri løtu síðani.