Uttanlands

Veðrið darvað fiskiskapinum hjá Ruth

Danska uppsjóvarskipið hevur havt hampiligan fiskiskap hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Christian Jensen - Skibsarkivet)

Savnsmynd (Mynd: Christian Jensen - Skibsarkivet)

2018-12-05 18:39 Author image
Kiran Jóanesarson

Ruth kom til Týsklands í morgun, har teir skulu landa 1800 tons av sild.

Ruth hevur verið til fiskiskap í Norðsjónum, men veðrið var vánaligt tá ið fiskiskapurin byrjaði, og hetta darvaði fiskiskapinum eitt sindur.

Tá ið veðrið bleiv betur gekk tað skjótt, og kósin varð sett móti Týsklandi, har teir vanliga landa sildina.

Tá ið Ruth hevur landað, fara teir aftur á sildaveiðu í Norðsjónum. Ruth hevur kvotu eftir til ein túr aftrat í ár.

Skipari hendan túrin er Mikkjal Godtfred.